Liðini, ið møtast í dystunum um Lionsbikarið, eru tey, ið stóðu seg best í undanfarnakappingarárið hjá kvinnum og monnum. Kyndil er umboðað í báðum dystunum, og VÍF og H71 spæla hvør sín dyst.
Hjá kvinnunum verður dysturin nú sunnudagin klokkan 16 millum Kyndil og VÍF. Kyndilskvinnur vunnu greipuna, tí bæði í SMS-kappingini og í Faxe Kondi-kappingini vóru tær drúgvastar, og í báðum førum var VÍF næsti avbjóðarin.
Og hjá monnunum, ið spæla sunnudag klokkan 18, møtast Kyndil og H71. Hoyvíkingar royndust í fjørvetur bestir av øllum og vunnu greipuna, tí bæði í Burn-kappingini og í Faxe Kondi-kappingini gjørdu teir bart, og í báðum førum var tað Kyndil, ið bjóðaði av.
Sum vanligt, eru dystirnir um Lionsbikørini hjá kvinnum og monnum samstarv millum Hondbóltssamband Føroya og Lions Club Føroyar, so Hondbóltssambandið tekur sær av tí, sum hevur við sjálvar dystirnar at gera, og Lions tekur sær av innkrevjingini, tí ágóðin fer sum vanligt til eitt vælgerðarendamál.
CP Føroyar fær ágóðan
Ágóðan hesa ferð fær lítla áhugafelagið CP Føroyar, ið er fyrrverandi Spastikarafelagið. Tað arbeiðir fyri fólk við CP, sum er stytting fyri Cerebral Paresa.
- Brekið er heilaskaði, men tað er ymiskt, hvussu fólk er rakt.Summi sita í koyristóli og fáa tosað við hjálpartóli, meðan brekið nærum ikki sæst hjá øðrum – men tó kann tað vera darvandi, sigur forkvinnan í felagnum, Katrin Dagbjartsdóttir, ið sigur felagið arbeiða við einum størri CP-degi, ið skal vera í mai næsta ár.
- Um fíggjarlig orka verður til tað, ætla vit at fáa bæði fakfólk, politikarar og almenningin at vera við. Millum annað kundu vit hugsað okkum at fingið ein lækna at greitt nærri frá CP, og hvussu vit á besta hátt fáa hjálpt teimum, ið eru rakt av CP.
Katrin sigur, at tey eisini ætla at hava eina persónliga søgu, umframt eitt ískoyti frá sálarfrøðingi ella øðrum fakfólki við praktiskari vitan og mennandi tankum um eitt gott lív.
- CP Føroyar vil breiða vitanina um CP út til almenningin og politisku skipanina, so umstøðurnar hjá hesum bólki kunnu verða bøttar, samstundis sum Føroyar verða eitt enn betri land at liva í, sigur hon.
Umframt ágóðan frá dystunum um Lionsbikørini, fær CP Føroyar ágóðan av stórsteypadystunum í fótbólti, tá ið teir verða spældir til várs. Tá ið allir fýra dystirnir eru spældir, verður samlaða upphæddin handað í einum.
Lions-bikarið
Kvinnur
2014 Kyndil-Neistin 29-26
2015 Neistin-Kyndil 30-25
2016 Neistin-VÍF 20-19
2017 Kyndil-Neistin 24-22
2018 VÍF-Kyndil 28-23
2019 Kyndil-VÍF 33-30
2020 Kyndil-H71 28-26
2021 StÍF-H71 21-27
2022 H71-Kyndil 38-22
2023 H71-Kyndil 23-30
2024 Kyndil-StÍF 27-25
Menn
2014 KÍF-Kyndil 20-26
2015 VÍF-Neistin 26-32
2016 VÍF-H71 19-24
2017 H71-VÍF 32-29
2018 H71-Kyndil 30-21
2019 H71-Neistin 31-21
2020 H71-VÍF 23-22
2021 VÍF-H71 31-33
2022 H71-KÍF 28-34
2023 H71-VÍF 26-32
2024 H71-VÍF 29-22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald