Fyrradagin, sunnudagin 16. juni 2019, var øðrvísi virksemi enn tann vanligi fótbólturiná vøllinum við bygdahúsið á Strondum. Skipað varđ nevniliga fyri uttandura hondbóltskapping. Uttandura hondbóltur er ikki so fremmant fyribrigdi á Strondum, men í nýggjari tíð hevur hendan ítróttargreinin flutt seg innanveggja.
Talan var um eina hondbóltskapping fyriskipað av gentum 14 hjá St.Í.F.
Gentur 14 hjá St.Í.F. skulu til Svøríkis í summar at luttaka í Partille Cup, sum er størsta hondbóltskapping fyri ungdóm í heiminum. Tað var í hesum sambandi at skipađ varđ fyri hondbóltskapping á vøllinum við bygdahúsið. Umframt St.Í.F. luttóku Kyndil, VÍF og H71 í kappingini á Strondum í gjár. Genturnar úr hesum feløgum skulu eisini luttaka í ymiskum kappingum uttanlands í summar.
Aftaná kappingina fingu genturnar okkurt at eta í bygdahúsinum, áðrenn hondbóltsdysturin millum Føroyar og Danmark varđ vístur í bio-salinum, skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðuni.
Hondbóltur
Spældu hondbólt uttandura á Strondum
Talan var um eina hondbóltskapping fyriskipað av gentum 14 hjá St.Í.F..
Mynd: Sjóvar kommuna
2019-06-18 07:59
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald