Fótbóltur

Spania risti georgiska skelkin av sær

Georgia kom á odda, men Spania vísti stóra styrki, spæligleði og sat samanumtikið á tí mesta í Köln, har tað endaði 4-1. Nú er lagt upp til ógvuliga spennandi fjórðingsfinalu millum Spania og Týskland fríggjakvøldið.

Williams, Lamal og hinir vístu yvirskot og nógvar dygdir í Köln í kvøld (Mynd: EPA)

Williams, Lamal og hinir vístu yvirskot og nógvar dygdir í Köln í kvøld (Mynd: EPA)

2024-06-30 22:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eina løtu líktiskt tað einari spanskari marru. Spaniólarnir fingu ikki gagnnýtt risastóru yvirvágina fyrstu løtuna, og í 18. minutti kom Georgia á odda við sínum fyrsta veruliga álopi. Talan var - sjálvandi - um eitt skjótt mótálop. Tað endaði við sponskum sjálvmáli, sum Kvaratskhelia og aðrir vóru við at "skapa".

[object Object]
Málið til 1-0. Le Normand gjørdi á klossuttan hátt sjálvmál (Mynd: EPA)

Næstu løtuna gekst ógvuliga striltið hjá Spania, sum var týðiliga merkt av spentu støðuna, og georgar høvdu fingið uppaftur meira trúgv uppá, at hetta bar til. Í 39. minutti spældu Nico Williams og Rodri tó ímillum sín, og Rodri skoraði trygt og væl við vinstra beininum av brotsteigarmarkinum. Harfrá var ikki so nógvur ivi, hóast georgar veruliga royndu og stríddust ímóti.

[object Object]
Mynd: portal.fo

[object Object]Nico Williams úr Atletico Bilbao hevur av álvara bergtikið í endaspælinum, og flotta málið hjá fótfima vonginum til 3-1 avgjørdi í roynd og veru uppgerðina (Mynd: EPA)

Fimm minuttir inn í 2. hálvleiki legði 16-ára gamli Yamine Lamal, ið var ógvuliga eyðsýndur eftir steðgin, eitt frálíkt innlegg úr høgru. Fabian stútaði bóltin í málið, og so var fyrimunurin hjá Spania. Georgar fóru so líðandi longur fram á vøllin, og tað gav meira pláss til millum annað skjóta og vandamikla Nico Williams, sum í 75. minutti nýtti plássið, dribblaði og setti bóltin upp undir nettatkið.

Spaniólar sprutlaðu og innskifti Dani Olmo setti flott punktum í 83. minutti. Spania royndi at fáa fleiri mál, og tað endaði 4-1. Georgar kunnu tó fara heim við høvdinum høgt. Fyrsta royndin í einum endaspælið gekk betri enn væntað, men spaniólar vóru bara væl sterkari. Spania skal spæla fjórðingsfinalubrak móti týsku vertunum fríggjakvøldið.

Áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum

Í dag, sunnudagin 30. juni
Spania - Georgia 4-1 (1-1)
18' Sjálvmál 0-1
39' Rodri 1-1
51' Fabian Ruiz 2-1
75' Nico Williams 3-1
83' Dani Olmo 4-1

Ongland - Slovakia 2-1 (1-1 eftir longda leiktíð)
25' Ivan Schranz 0-1
90+5' Jude Bellingham 1-1
91' Harry Kane 2-1

Les eisini: Bellingham og Kane bjargaðu Onglandi

Í morgin, mánadagin 1. juli
17.00: Frakland - Belgia
20.00: Portugal - Slovenia 

Týsdagin 2. juli
17.00: Rumenia - Niðurlond
20.00: Eysturríki - Turkaland


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder