Fótbóltur

Spania skínur í Týsklandi

1-0 sigurin á evropameistarunum burdi verið væl størri eftir spæli og málmøguleikum, og Spania er víðari. Italia er nú kroyst undan dystinum móti Kroatia.

21-ára gamli Nico Williams gjørdi bart í kvøld (Mynd: EPA)

21-ára gamli Nico Williams gjørdi bart í kvøld (Mynd: EPA)

2024-06-20 22:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað besta liðið higartil; bæði í mun til spælið og mótsstøðu sína higartil.

Hetta vóru viðmerkjararnir hjá danska TV2 og fyrrverandi áleypararnir, David Nielsen, Mads Junker og Niklas Bendtner samdir í, eftir at hava sæð Spania skrætt Italia sundur í løtum í kvøld.

Gamani eru Italia og Kroatia nakað frá styrkini, sum hesi londini hava havt í sínum undanfarnu endaspølum. Men Spania hevur nú vunnið 4-0 samanlagt á teimum uttan at sigrarnir eru komnir í vanda. Spælið er í stórum løtum flótandi og flott; tað er skjótt og avbjóðandi, og hevði Gianlugi Donnarumma ikki staðið ein so góðan dyst hevði munurin verið meira enn 1-0.

[object Object]
Gianlugi Donnarumma syrgir her fyri, at tað ikki verður 2-1 til Spania. Mánakvøldið verður lagnudystur móti Kroatia (Mynd: EPA)

Italski málverjin og liðformaðurin varð dagsins maður hjá sínum liði. Hann var prísgivin, tá óroyndi miðverjin Calafiori gjørdi sjálvmál tíggju minuttir inn í 2. hálvleik. Hetta var eftir gjøgnumbrot og hart innlegg frá Nico Williams.

21-ára gamli vinstri vongurin hjá Athletic Bilbao var heilt stóra upplivingin í kvøld. Ferð eftir ferð setti hann italska høgra bakkin Di Lorenzo og/ella aðrar av. Skjóti og snildi Williams hótti nógv og kravdi nógv av italiumonnum - einaferð rakti hann yvirleggjaran eftir góðar dribblingar og hart skot, og skapti vongurin fleiri støður. Bert 16-ára gamli Lamine Yamal á hinum vonginum var eisini lívligur.

Spania kundi skorað fleiri mál. Skothagtølini siga 20-4 (8-1 á mál). Liðið hjá Luis de la Fuentes "koyrdi tó ein tryggan sigur heim". Verjuparturin sær eisini góður út í løtuni hjá spaniólum, sum hava ein ávísan tryggleika - samstundis sum tað er ágangandi og dynamiskt.

[object Object]
Nico Williams fer aftur framvið Di Lorenzo - nummar 17 var framúrskarandi í Gelsenkirchen í kvøld (Mynd: EPA)

[object Object]Rodri úr Manchester City bindur alt saman hjá Spania. Í seinasta umfari móti Albania, sum einki ítøkiligt hevur at siga hjá spaniólum, hevur hann leikbann. Hetta kann verða ein fyrimunur, tí so er Rodri heilt til reiðar til knock-out dystirnar (Mynd: EPA)

Fyri Italia verður dysturin mánakvøldið avgerandi. Um Gli Azzuri tapir fyri Kroatia, so er ikki vist, at liðið fer víðari í EM. Ein sigur gevur 2. pláss í bólkinum. Kroatar skulu vinna, so nógv er uppá spæl.

EM 2024 - 2. umfar í bólkaspælinum
Í dag, hósdagin 20. juni

Italia - Spania 0-1 (0-1)
55' Sjálvmál (Nico Williams) 0-1

Mikudagin 19. juni (í gjár)
Albania - Kroatia 2-2 (1-0)

Bólkur B:
1. Spania 6 stig 
2. Italia 3 stig 
3. Albania 1 stig
4. Kroatia 1 stig

Seinasta umfar, mánadagin 24. juni: 
20.00: 
Albania - Spania 
Kroatia - Italia





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder