Fótbóltur

Spania spilti sær kjansin

Kroatia og Ongland avgera sunnudagin hvør kemur víðari í bólkinum.

Kroatisk frøi yvir sigurin á Spania - í miðjuni tvífaldi málskorarin Tin Jedvaj (Mynd: EPA)

Kroatisk frøi yvir sigurin á Spania - í miðjuni tvífaldi málskorarin Tin Jedvaj (Mynd: EPA)

2018-11-15 23:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spanska landsliðið hevur spilt sær kjansin at spæla seg víðari til finalurnar í Nations League.

Spania spældi sín seinasta dyst í bólkaspælinum í kvøld í Zagreb móti Kroatia. Og úrslitið gjørdist 3-2 til kroatar.

Í hálvleikinum var støðan 0-0, men í øðrum hálvleiki hendi meira. Tvær ferðir eydnaðist tað spania at javna leiðsluna hjá heimaliðinum, men ikki triðju ferð. Sostatt var úrslitið av dystinum tað sama sum í heimadystinum fyri einum mánaði síðani, tá Ongland vann 3-2 í Spania.

Nú skulu Ongland og Kroatia avgera hvør verður vinnari av bólkinum, tá londini møtast á Wembley sunnudagin. Vinnarin vinnur bólkin og tryggjar sær víðari luttøku. Men endar javnt, so verður Spania vinnari.

Støðan er tann, at Spania hevur 6 stig fyri fýra dystir, meðan Ongland og Kroatia hava fýra stig fyri tríggjar dystir.

Í dystinum í kvøld fingu kroatar aftur stuðul frá heimaáskoðarum eftir at hava spælt tveir heimadystir fyri tómum áskoðaraplássum.

Níggju minuttir inn í annan hálvleik kundi Andrej Kramaric leggja heimaliðið á odda eftir eitt mistak í sponsku verjuni. Men bert tveir minuttir eftir, javnaði Daniel Ceballos fyri Spania.

Miðskeiðis í hálvleikinum tók spanska verjan aftur ein lúr, tá Luka Modric kundi senda ein bólt tvørtur um vøllin, har Tin Jedvaj stóð púra fríur og kundi skora til 2-1.

Men tað eydnaðist aftur Spania at javna – hesaferð upp á brotsspark, sum Sergio Ramos setti í netið 12 minuttir fyri leiklok.

Men langt inni í yvirtíðini fall avgerðin. Aftur hesaferð var tað ungi verjuleikarin Jadvaj, sum ótarnaður kundi skora sigursmálið.

Ísland tapti alt
Íslendingar spældu eisini sín seinasta dyst í Nations League á hesum sinni. Tað var í Belgia, sum vann 2-0 við málum Batshuayi skjeyt í øðrum hálvleiki. Ísland hevði einki at spæla fyri – hava tapt allar sínar dystir, og flyta niður í næstbestu deildina næstu ferð Nations League skal spælast.

Belgia hevur so gott sum spælt seg víðari. Sveits, sum hevur heimadyst í seinasta dystinum sunnudagin hevur bert teoretiskar møguleikar at vinna bólkin. Belgia hevur 9 stig, Sveits 6 og Ísland 0. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder