Annað

Spanska stórtalentið skal spæla móti serbisku stjørnuni

Carlos Alcaraz og Novak Djokovic vunnu hvør sína hálvfinalu í gjár. Báðir vunnu 3-0, og nú er lagt upp til brak á Centre Court klokkan 14 í morgin.

Novak Djokovic (t.v.) eftir ein finalusigur á Roger Federer. Seinnapartin í morgin skal royndi serbin verja sítt heiti móti einum nógv yngri spanióla (Mynd: EPA)

Novak Djokovic (t.v.) eftir ein finalusigur á Roger Federer. Seinnapartin í morgin skal royndi serbin verja sítt heiti móti einum nógv yngri spanióla (Mynd: EPA)

2023-07-15 15:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vera teir báðir, sum eru styrkismettir nummar eitt og nummar tvey í heiminum, sum skulu dystast á Centre Court í morgin um Wimbledon-krúnuna fyri einstaklingar hjá monnum.

Talan er um tí størstu av teimum størstu tennis-kappingunum, og maðurin sum hevur vunnið fýra teir seinastu ferðirnar skal verja heitið móti ógvuliga spennandi avbjóðara úr Spania.

36-ára gamli Novak Djokovic er tann einastu av teimum trimum risunum í nýggjari tíð, sum er við í Wimbledon hesu ferð. Roger Federer er givin, og Rafael Nadal er skaddur. Djokovic sleppur ístaðin at royna seg móti einum komandi stórspælara, og "arvinginum hjá Nadal".

Carlos Alcaraz er bert 20-ára gamal. Hann hevur spælt framúr væl á sínari yrkisleið og er nummar eitt á heimsstyrkislistanum. Spaniólin er tann yngsti nakrantíð, ið er tað - Djokovic er nummar tvey á listanum í løtuni. Alcaraz var ógvuliga sannførandi, tá hann sendi javngamla danan Holger Rune út í fjórðingsfinaluni, og Carlos Alcaraz vann eisini 3-0 í hálvfinaluni, har russarin Daniil Medvedev var mótstøðumaðurin. 

[object Object]
Alcaraz er ógvuliga vælumtóktur - her eftir hálvfinalusigurin (Mynd: EPA)

Medvedev er nummar trý á styrkislistanum. Í morgin skal Alcarez royna at basa nummar tvey og manninum, sum hevur vunnið Wimbledon fýra ferðir á rað og sum eisini vann 3-0 í sínari hálvfinalu. Novak Djokovic manglar ikki steyp á sínari hill, men royndi serbin hevur nú stóra avbjóðing.

Carlos Alcarez vann U.S. Open í fjør. Í finaluni basti hann norðmanninum Casper Ruud. Tað hevði verið eitt stig ella tvey upp at vunnið Wimbledon-finalu á Novak Djokovic. Spaniólin og serbin hava áður spælt móti hvørjum øðrum. Alcaraz vann fyrru ferð, og Djokovic vann, tá teir hittust í French Open í fjør. 

Lagt er upp til ógvuliga spennandi finalu seinnapartin í morgin. Fyrsta servin á Centre Court verður klokkan 14. Novak Djokovic er favorittur hjá veddingarfyritøkunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder