Annað

Spanska stórtalentið støðgaði sigursrøðini hjá serbiska stórmeistaranum

20-ára gamli Carlos Alcaraz spældi frálíkt og vann 3-2 í frálíkari finalu, har Novak Djokovic eyðmjúkur og rørdur legði Wimbledon-krúnuna - fyribils í øllum førum.

Gull til spaniólan og silvur til serban. Alcaraz og Djokovic stríddust báðir fyrimyndarliga væl í finaluni, ið varð ein fimm-settari (Mynd: EPA)

Gull til spaniólan og silvur til serban. Alcaraz og Djokovic stríddust báðir fyrimyndarliga væl í finaluni, ið varð ein fimm-settari (Mynd: EPA)

2023-07-16 19:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mansfinalan í einstaklingan hjá monnum í Wimbledon-kappingini fór í gongd beint eftir klokkan 14 á Centre Court og endaði ikki fyrrenn beint undir fimm tímar seinni. Hon var nær við at gerast líka long sum søguliga finalan millum Novak Djokovic og Roger Federer í 2019 (fýra tímar og 57 minuttir).

Finalan í dag var í øllum førum er tann besta síðani - hesaferð vann sterki serbin ikki. Djokovic hevði annars vunnið Wimbledon fýra ferðir á rað, men ein ungur hvirluvindur úr Spania var sterkari á degnum.

Novak Djokovic vann annars stórt í fyrsta settið. Carlos Alcaraz spældi als ikki illa í 6-1 tapinum, men mótstøðumaðurin, ið er 16 ár eldri, gjørdi so at siga einki mistak.

Alcaraz fall ikki í fátt, og báðir spældu framúr tað mesta av øðrum setti, sum tók næstan ein tíma at avgreiða. Eitt einstakt partí tók heilar 26 minuttir, har teir báðir menninir skiftust um at hava fyrimunin næstan óteljandi ferðir. Til endans vann 20-ára gamli spaniólin, og hann tók settið eftir eitt eyka-partí.

Í triðja setti var tað Alcaraz, ið var suverenur, vann 6-1 og harvið var omaná samanlagt. Novak Djokovic legði tó ikki kongin so og var betri í fjórða setti, har royndi serbin breyt servina hjá spaniólanum tvær ferðir. 

2-2 og so skuldi alt avgerðast í fimta setti. Aftur var talan um nógvar framúr bóltar, og tað lá á vippuni. Carlos Alcaraz vann tó eitt servipartí hjá Djokovic tíðliga, og hann gagnnýtti fyrimunin til fulnar og vísti seg aftur sum ísakaldan í avgerandi støðum. Í sínari bert fjórðu kapping á grasi fór stórtalentið allan vegin og kundi taka ímóti gylta steypinum.

Áðrenn takkaði hann sínum toymi og kongi sínum og staðfesti, at hann var ógvuliga errin um Wimbledon-sigurin og sína menning. Alcaraz rósti eisini manninum, sum hann nú hevur tikið krúnuna frá: Novak Djokovic hevur verið honum til íblástur allan vegin. Djokovic hevur verið kring tennistindin meginpartin av lívinum hjá spaniólnaum.

Novak Djokovic var sjálvsagt vónbrotin, men hann vísti seg sum virðiligan tapara á vøllinum og eisini í orðunum aftaná. Serbin stórrósti spaniólanum og viðurkendi, at Alcaraz var betri í finaluni. 36-ára gamli maðurin, sum hevur vunnið so nógv, gjørdist eisini rørdur, tá hann tosaði um sonin móti endanum.

Wimbledon gentlemen'singles champions 2023
Sunnudagin 16.07, Centre Court, London
Carlos Alcaraz (SPA) - Novak Djokovic (SER) 3-2
1-6, 7-66-1, 3-6, 6-4

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder