Í sambandi við landsdystin ímillum Føroyar og Spania, sum verður á Torsvølli í morgin, fríggjadagin 7. juni klokkan 19.45, var tíðindafundur við spanska venjaranum klokkan 18 í kvøld.
Luis Enrique, sum er venjari hjá Spania, er ikki við á ferðini til Føroyar orsaka av persónligum trupulleikum. Men hjálparvenjarin hjá honum, Robert Moreno, svaraði spurningum frá føroysku og sponsku miðlunum, ið vóru fleiri í tali.
Og ímóti endanum av tíðindafundinum rósti hann Lars Olsen og føroysku spælarunum fyri avrikini seinastu árini. Hann helt at føroyska liðið var heilt serligt, tí hóast talan var um eina lítla tjóð, royndu spælarirnir altíð at spæla sum ein stór tjóð.
- Teir spæla bóltin runt og trýsta høgt. Eg fari at ynskja Lars Olsen tillukku við avrikunum seinastu árini í morgin, segði Robert Moreno millum annað.
Graslíki fylti nógv
Teir flestu spurningarnir hjá sponsku tíðindafólkunum snúði seg um graslíki og Luis Enrique, sum ikki fekk verðið við á ferðini.
Venjarin greiddi frá, at spaniólar vóru ørkymlaðir um graslíkið. Hann segði eisini, at ein trupulleiki við graslíki er, at tað gerst meira hált enn vanligt gras, um tað hevur regnað, men eisini meira turt enn vanligt gras, um onki regn er.
Hinvegin helt Robert Moreno eisini, at tað ikki fór at vera orsaka av grasinum, um spælarirnir ikki megnaðu at avrika í morgin.
Nógvir spurningar vóru eisini um Luis Enrique, sum sjálvur skoraði ímóti Føroyum, tá hann spældi við spanska landsliðnum ímóti Føroyum fyri áleið 20 árum síðani. Robert Moreno segði, at hann og Luis Enrique saman taka avgerðir um, hvør spælir á liðnum og hvat taktiska uppleggið verður.
Robert Moreno segði eisini, at hann hevði tosað við Luis Enrique, sum væl minntist ferðina til Føroyar fyri 20 árum síðani.
- Hann hevur ikki nakað serliga gott minni, men hann hevur sagt mær frá dystunum ímóti Føroyum fyri 20 árum síðani, segði Robert Moreno, hjálparvernjari hjá spanska landsliðnum, at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald