Fótbóltur

Spennandi møguleikar hjá føroysku liðunum í Europa League

B36 kemur inn í 1. umfar í Europa League, og KÍ og NSÍ kunnu spæla í sama umfari - sí møguleikarnar hjá føroysku liðunum her.

B36 kom í fjør víðari úr fyrsta umfarinum við at basa OFK Titograd úr Montenegro (Mynd: B36)

B36 kom í fjør víðari úr fyrsta umfarinum við at basa OFK Titograd úr Montenegro (Mynd: B36)

2019-06-18 10:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er bert eitt fult umfar eftir í Betrideildini, áðrenn summarsteðgur er. Seks lið hava tveir dystir eftir, meðan NSÍ og KÍ hava fingið útsett sínar dystir í 15. umfari, ið stendur á skránni seinastu dagarnar í juni. NSÍ og KÍ skulu jú spæla undanumfar í Europa League í endanum av juni og byrjanini av juli. 

Um føroysku liðini koma víðari, eins og í fjør tá KÍ og B36 megnaðu hetta, so er næsta stigið at spæla í 1. umfari, sum verður 11 og 18. juli. Lutakastið til hetta umfari verður seinnapartin, og har er B36 í pottinum. Sum steypavinnari er ártalsfelagið beinleiðis víðari til fyrsta umfar í Europa League, har liðið hevur sera góð minnir frá í fjør. KÍ og NSÍ fáa í hesum sama lutakastið at vita, hvørji mótstøðuliðini verða, um megnað verður at vinna seg víðari.

[object Object]
(KÍ og NSÍ kunnu fáa bæði fáa gótt lutakast, um liðini koma víðari úr undanumfarinum - Mynd: Jens Kr. Vang)

Í lutakastinum eru 47 seedaði (styrkismett) og 47 óseedaði lið (ikki styrkismett). Hesi eru koyrd í bólkar, har trekkjast skal um, hvørji styrkismett liði í ymisku bólkunum spæla ímóti hvørjum, sum ikki eru seedaði. Øll tey føroysku liðini eru óseedaði. Hjá øllum er tó sannlíkt at fáa uppgávur, ið eru spenanndi ítrottarliga og ella/fíggjarliga.

Bólkur 4:
Styrkismett:
Rangers (SCO)
Brøndby (DEN)
Cork (IRL)
Molde (NOR)
Crusaders (NIR)

Ikki styrkismett:
Progrès Niederkorn (LUX)/Cardiff Metropolitan University (WAL)
B36 (FRO)
Inter Turku (FIN)
KR (ISL)
Prishtina (KOS)/St Joseph's (GIB)

Her hevur B36 best møguleika at koma víðari ímóti írsku liðnum; serliga Crusaders úr Norðurírlandi. Øll eru sera tætt við landafrøðiliga og hetta er ein fíggjarligur fyrimunur. Brøndby er eitt sera áhugavert lið at møta, og skotska stórfelagið við Steven Gerrard á odda ikki minni.

Bólkur
Styrkismett:
Vaduz (LIE)
Kilmarnock (SCO)
Brann (NOR)
Vitebsk (BLR)
Malmö (SWE)

Ikki styrkismett:
Shamrock Rovers (IRL)
Ballymena (NIR)/NSÍ (FRO)
Connah's Quay Nomads (WAL)
KuPS Kuopio (FIN)
Breidablik (ISL)

At skula til Hvítarusslands, eins og í 2016 og 2017, er helst marrulutakastið hjá NSÍ. Vaduz er kanska besti møguleikin at koma víðari hjá runavíkingum, meðan Brann er spennadi orsakað av stutta túrinum og møguleikanum at spæla ímóti Gilla Rólantssyni

Bólkur 8
Haugesund (NOR)
Aberdeen (SCO)
Stjarnan (ISL)
Norrköping (SWE)
Dinamo Minsk (BLR)
Riteriai (LTU)

Ikki styrkismett:

Liepja (LVA)
Levadia Tallinn (EST)
Barry Town (WAL)/Cliftonville (NIR)
Saint Patrick's (IRL)
RoPS Rovaniemi (FIN)
KÍ (FRO)/Tre Fiori (SMR)

Eins og hjá NSÍ er Hvítarussland torførasta og mest keðiliga lutakastið hjá KÍ (NSÍ spældi ímóti júst Dinamo Minsk fyrraárið) Í fjør var KÍ í Litava, og hesaferð er besta lutakastið alarhelst Stjarnan, meðan tey seinastu trý eisini eru landafrøðiliga tætt og áhugaverd. KÍ er favorittur at koma víðari ímóti Tre Fiori

Lutakastið til fyrsta umfar verður í Nyon, Sveis klokkan 14.30 føroyska tíð. HB fær sítt mótsstøðulið í Champions League at vita millum 13.30 og 14.00. Meira um hetta um eina løtu

Keldur: UEFA og bolt.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder