Hondbóltur

Spennandi niðara hálva í hondbólti hjá monnum

Hol varð fyrrakvøldið sett á niðaru kappingina hjá monnum.

Mynd: HSF

Mynd: HSF

2019-03-22 13:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hol varð fyrrakvøldið sett á niðaru kappingina hjá monnum, og líkt er til, at tað kunnu gerast nakrir spennandi dystir millum KÍF, Team Klaksvík og StÍF. 

Liðini skulu spæla tveir dystir móti hvørjum øðrum eftir nýggja royndarleistinum. Tann, sum hevur flest stig eftir umførini, stendur eftir sum vinnari av kappingini, og vinnur sær harvið eina peningaupphædd á 10.000 krónur, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni.

Fyrsti finaludysturin var millum KÍF og Team Klaksvík, og heldur óvæntað vunnu klaksvíkingar 27-24. Annar finaludysturin verður sunnudagin, tá StÍF fær vitjan av Team Klaksvík.

Dystarskráin
Mikudagin 20. mars
KÍF – Team Klaksvík 24-27

Sunnudagin 24. mars
StÍF – Team Klaksvík

Hósdagin 28. mars
StÍF – KÍF

Sunnudagin 31. mars
Team Klaksvík – KÍF

Leygardagin 6. apríl
Team Klaksvík – StÍF

Leygardagin 20. apríl
KÍF – StÍF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder