Heimsmeistaraskapurin í talvi kann verða avgjørdur í dag.
Eftir at teir báðir Magnus Carlsen úr Noregi og avbjóðarin Fabio Caruana úr USA hava telvað sjey javnleikir higartil, er okkurt, ið bendir á, at ein vinnari kann finnast í dag.
Norsku viðmerkjararnir, sum fylgja við talvinum í dag beinleiðis eru nøkulunda samdir um, at Magnus Carlsen er nógv meira aggressivur og álopssinnaður í talvinum í dag, men tað er als ikki vist, at tað fer at vera eitt úrslit fyri norðmannin.
Meira sannlíkt er tað, at talvið í dag fer at enda við einum vinnara, og í skrivandi stund er tað amerikanarin, sum sambært teldunum stendur seg betur.
Og alt bendir á, at heimsmeistaraskapurin í ár kann vinnast við bert einum sigri, tí hesir báðir menninir eru so javnir, at tey flestu talvini eisini enda javnt.
Heimsmeistaraskapurin verður spældur yvir 12 talv. Stendur á jøvnum eftir 12 talv, verður umdystur har spælt verða fýra kviktalv. Er framvegis á jøvnum, skal heimsmeistaraskapurin avgerast vil snartalvum.
NRK sendir frá øllum talvunum, sum verða spæld í The College í London. Tað ber eisini til at fylgja talvunum á heimasíðuni hjá Verdens Gang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald