Tað er ikki bara, bara hetta við at telja dagar, tá tað kemur til sóttarhald. Í Føroyum hevur eisini valda óvissa um, hvat nú sætti dagurin er, tá ein er komin til landið: Telur fyrsti dagurin sum ein dagur, ella er tað dagur null.
Í Noreg er sóttarhaldstíðin tíggu dagar, og nú er greitt, at eitt av kendastu nøvnunum í norska fótbóltsheiminum noyðist at gjalda bót fyri at hava brotið sóttarhaldið.
Hósdagin varð kunngjørt, at Ståle Solbakken verður nýggjur landsliðsvenjari hjá Noreg. Tíðindafundurin var ígjøgnum Zoom, har 52-ára gamli venjarin sat í sínum húsið í Hamar og svaraði spurningum. Solbakken var í sóttarhaldi. Hann kom úr Danmark leygardagin 28. november. Kortini var hann til dyst hjá sínum gomlu feløgum HamKam og Lillestrøm nú sunnudagin 6. desember og á Ullevaal í Oslo í gjár.
Solbakken til dyst (Mynd: tv2.no)
Spurnartekin varð sett við, um Ståle Solbakken hevði brotið sóttarhaldið, og tað varð síðani staðfest. Løgreglan hugdi eftir málinum, og í dag hevur Solbakken fingið eina bót á 20.000 norksar krónur - 14.000 í okkara peningi. Venjarin váttar, at hann hevur fingið eina uppringing frá løgregluni, og at hann hevur góðtikið bótina. Ståle viðgongur eisini, at hann hevur gjørt eitt mistak: Hann hevur tikið feil av døgunum, á tann hátt, at nýggi venjarin hjá norska A-landsliðnum við monnum heltm at hann kom aftur fríggjadag og ikki leygardag.
Fótbóltur
Ståle fingið 20.000 norskar krónur í bót
Hetta er fyri brot á sóttarhaldsreglur í Noreg. Løgreglan tók málið upp, og nýggi landsliðsvenjarin í fótbólti hevur góðtikið bótina og viðgingið, at hann hevur tikið feil av døgunum.
Mynd: EPA
2020-12-08 17:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald