Fótbóltur

Ståle nýggjur norskur landsliðsvenjari

Venjarin, ið fekk sekkin í FCK í oktober, tekur yvir frá Lars Lagerbäck, sum nú er uppsagdur.

52-ára gamli venjarin - her saman við Ole Gunnar Solskjær eftir dystin millum FCK og Manchester United í summar (Mynd: EPA)

52-ára gamli venjarin - her saman við Ole Gunnar Solskjær eftir dystin millum FCK og Manchester United í summar (Mynd: EPA)

2020-12-03 12:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2009 var Ståle Solbakken framvegis ein rímuliga ungur venjari. Tá varð hann settur til at taka yvir sum norskur landsliðsvenjari frá 2012.

Hetta gjørdist ongantíð veruleiki, tí Solbakken gjørdist venjari hjá FC Köln. Hann var stutta tíð í Týsklandi, áðrenn leiðin gekk til Wolverhampton. Har gekk tað heldur ikki so væl hjá norðmanninum, ið skjótt var aftur í Keypmannahavn, har hann frá 2006 til 2011 syrgdi fyri, at FCK var best í Danmark og fekk nógv heilt góð úrslit í evropeisku kappingunum.

Tíðarskeiðið frá 2013 til og við oktober 2020 var fyri tað mesta heilt gott - serliga í Evropa - men frá kappingarbyrjan í 2019 hava úrslitini í Superliguni veriðov vánalig, og tíðliga í oktober varð Ståle Solbakken uppsagdur í FCK. Hetta vakti stóran ans í Danmark, og tað verður framvegis umrøtt í donskum miðlum og á sosialu miðlunum.

[object Object]
Lars Lagerbäck á Ullevaal leikvøllinum í fjør undan EM-undankappingardystinum hjá Noreg móti Føroyum, ið endaði 4-0 (Mynd: Sverri Egholm)

Nú hevur Ståle fingið nýtt starv. Norska fótbóltssambandið boðaði í morgun frá, at samstarvið við svian Lars Lagerbäck er støðgað, og at 52-ára gamli norðmaðurin kemur í starvið í staðin. Lagerbäck tók við í 2017 og hevur ført norska liðið á rætta kós aftur. Liðið hevur staðið seg væl serliga seinastu tvey árini men megnaði ikki at vinna playoff-dystin til EM-endaspælið móti Serbia í november og vann ikki Nations League bólkin - tó orsakað av korona.

Mett verður, at tíðin er til nakað nýtt, og Ståle Solbakken hevur í samband við setanina sagt, at hann hevur hugsað seg væl um seinastu vikurnar, og at hann metir at hetta er rætta tíðin at taka við sum landsliðsvenjari. Venjarin úr Hamar sigur, at hann er errin yvir, at hann fekk fyrispurningin um at taka við sum venjari hjá sínum landi, og at hetta verður ein heilt øðrvísi uppgáva í mun til hana í FCK.

Tað er ikki endaliga kunngjørt, hvussu langur sáttmálin hjá Solbakken er, men hann skal so standa á odda fyri liðnum við Håland, Ødegaard o.s.fr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder