Fótbóltur

Sterkari eftir steðgin

Lunnarnir undir ungarska stórsigrinum vórðu lagdir í fyrra hálvleiki, har álopini skolaðu innyvir føroysku verjuna.

(Mynd: Bjarni Enghamar)

(Mynd: Bjarni Enghamar)

2022-04-09 00:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gjørdist ein greiður 7-0 sigur til ungarsku vertirnar í HM undankappingardystinum í Budapest í kvøld. Føroyska liðið stríddist frá fyrsta bríksli, men eftir eitt lítið korter setti Ungarn hol á málskjótingina. Og so gekk tað annars skjótt.

Eitt væl upplagt ungarskt lið og váta undirlagið góvu tilsamans føroyska liðnum stórar trupulleikar, og seks ferðir máttu kvinnurnar geva bóltin upp aftur á miðjuni, áðrenn brísklað var fyri hálvleiki.

Eftir steðgin sá tað munandi betri út. Føroyar fótaðu sær væl og megnaðu at halda Ungarn frá at skora fleiri enn tað eina málið, sum kom stutt eftir steðgin. Tað var eisini kenslan á vøllinum, sigur liðskiparin Ásla Johannesen.

– Fyrri hálvleikur var tungur at koma ígjøgnum uppá allar mátar. Tær koyrdu á okkum, og vit høvdu nógvar avbjóðingar av teimum. Í hálvleikinum skiftu vit formatiónina, og tað haldi eg gjørdi okkum væl, so vit stóðu nógv sterkari eftir steðgin. Vit eru ikki nøgdar við úrslitið, men vit mugu reisa okkum aftur, sigur Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá FSF.

Dysturin móti Ungarn var seinasti útidysturin í hesari undankappingini – nú resta tveir heimadystir í, og teir eru á skránni í september, tá Ukraina og Skotland skulu vitja á Tórsvølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder