Manchester City kundi í kvøld økja um leisðluna niður til Liverpool. Kravið var, at liðið hjá Guardiola vann á Watford á heimavølli.
Í 1. hálvleiki hevði City greiða leikliga yvirvág, men skapti ikki nógvar upplagdar málmøguleikar. Leiðslumálið kom beinanvegin í 2. hálvleiki. Bólturin varð spældur innum verjuna, Aguero royndi at temja bóltin við bringuna, og síðani fekk Raheem Sterling bóltin á seg, áðrenn hann endaði í málnum. Sterling var í rangstøðu, tá argentinski áleyparin nart við bóltin, og linjuverin hevði eisini flaggið uppi. Men eftir samráðingar við dómaran, Jonathan Moss, varð mál dómt.
Hetta er longu ein umtalað støða, og hon setti Manchester City og Sterling í gongd. Áðrenn ein tími var farin, var 3-0 til City, og Sterling hevði gjørt hattrick. Watford fekk minkað um munin stutt eftir hetta, men heimaliðið fekk tey trý stigini.
Nú er munurin í oddinum fýra stig. Liverpool spælir í morgin á Anfield móti Burnley og fær helst minkað um munin aftur. Tó er eitt ávíst trýst lagt á liðið Klopp.
Manchester City - Burnley 3-1 (0-0)
Fyrr í dag tapti Tottenham, og nøkur týðandi úrslit vóru í botnstríðnum. Les meira um tað her
Úrslitini fyrr í dag:
Crystal Palace – Brighton 1-2 (0-1)
Cardiff - West Ham 2-0 (1-0)
Huddersfield - Bournemouth 0-2 (0-1)
Leicester – Fulham 3-1 (1-0)
Newcastle – Everton 3-2 (0-2)
Southampton – Tottenham 2-1 (0-1)
1 |
Manchester City |
|
74 stig |
2 |
Liverpool * |
|
70 stig |
3 |
Tottenham Hotspur |
|
61 stig |
4 |
Manchester United * |
|
58 stig |
5 |
Arsenal * |
|
57 stig |
6 |
Chelsea ** |
|
56 stig |
7 |
Wolverhampton * |
|
43 stig |
8 |
Watford |
|
43 stig |
9 |
West Ham |
|
39 stig |
10 |
Leicester |
|
38 stig |
11 |
Everton |
|
37 stig |
12 |
AFC Bournemouth |
|
37 stig |
13 |
Newcaslte |
|
34 stig |
14 |
Crystal Palace |
|
33 stig |
15 |
Brighton & Hove Albion * |
|
33 stig |
16 |
Southampton |
|
30 stig |
17 |
Burnley * |
|
30 stig |
18 |
Cardiff |
|
28 stig |
19 |
Fulham |
|
17 stig |
20 |
Huddersfield Town |
|
14 stig |
* Ein dyst færri
** Tveir dystir færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald