Hondbóltur

Steypafinalan hjá kvinnum verður leygarkvøldið

Kyndil og H71 bresta saman í Høllini á Hálsi 19. mars klokkan 18. Talan er um tvey tey sterkastu liðini í føroyskum kvinnuhondbólti í ár.

H71 skal royna at verja sítt heiti sum steypavinnari (Mynd: Sverri Egholm)

H71 skal royna at verja sítt heiti sum steypavinnari (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-16 09:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið spældi Kyndil seinasta dystin í grundspælinum. Hann var í Vági móti VB og endaði 23-23. Hetta er á pappírinum eitt úrslit, ið ikki varð væntað áðrenn, men tað hugt verður eftir dómaraseðlanum sæst, at talan var um eitt ungt Kyndils-lið - eitt 1. deildarlið. Bert ein leikari gekk aftur frá dystinum móti Neistanum í vikuskiftinum.

Orsøkin er, at kyndilskvinnur leygarkvøldið skulu spæla steypafinalu. Harvið vóru Turið Arge Samuelsen, Krossteig Hansen-systrarnar og hinar spardar í týdningarleysa dystinum í gjár. Nú snýr tað seg um hjá teimum grønkløddu úr høvuðsstaðnum at royna at yvirtaka trónuna aftur frá H71.

Hoyvíkskvinnur hava vunnið steypakappingina tvey tey seinastu árini. Kyndil vann síðst í 2019. Hesi liðini endaðu ávíkavist nummar eitt og tvey í grundspælinum í SMS-deildini, og tað er mest sannlíkt, at tey skulu spæla FM-finalur eisini. 

Steypafinalan varð útsett ein mánað, orsakað av evropeisku luttøkuni hjá H71. Í løtuni sær tað út til, at hon er av, men ein kæra fyriliggur.

Fyrsta bríksl í finaluni leygarkvøldið verður klokkan 18. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder