Hondbóltur

H71 kært avgerðina um Europa Cup-tapið

Tað er eingin samanhangur í einum argumenti frá EHF, ið sigur, at tað er trygt at spæla í Ukraina sunnudagin 13. februar, men at mánadagin 14. februar, hevur EHF eina heilt aðra støðu og tá tekur stúranina hjá einum stórum felag í álvara, hóast politiska støðan var púra óbroytt millum 13. og 14. februar, sigur Anna Dam, forkvinna.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-11 16:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Evropeiska hondbóltssambandið avgjørdi fyri viku síðani, at kvinnurnar hjá H71 skulu tapa fyra EHF Europa Cup dystin ímóti HC Galychanka Lviv 10-0 og missa tvey stig. Orsøkin er, at hoyvíkingar ikki møttu upp til dystin.

Hesa avgerðina hevur H71 nú kært.

Týdningarmesti parturin av kæruni snýr seg um, at alt hetta málið má síggjast sum “force majeure”, sum í stuttum merkir “óforútsæddar umstøður, ið forða fyri, at tað ætlaða ella avtalaða kann gjøgnumførast”.

– Høvuðsorsøkin til kæruna er, at tað nú er greitt, at H71 er einasta hondbóltsfelag uttan fyri Ukraina, Russland og Hvítarussland, sum fær ta lagnu at verða tveitt út úr europeiskari kapping, uttan at sleppa at spæla útsetta dystin frá 13. februar, sigur Anna Dam, forkvinna í H71, við heimasíðuna hjá felagnum.

Hon vísir í kæruni á, at EHF hevur viðgjørt H71 grundleggjandi øðrvísi enn onnur feløg, tí dagin eftir at H71 skuldi havt spælt í Ukraina, avlýsti EHF dystin millum ukrainska HC Motor Zaporozhye og franska PSG, ið skuldi verið spældur nakrar dagar seinni, tí støðan í Ukraina var ótrygg.

– Tað er eingin samanhangur í einum argumenti frá EHF, ið sigur, at tað er trygt at spæla í Ukraina sunnudagin 13. februar, men at mánadagin 14. februar, hevur EHF eina heilt aðra støðu og tá tekur stúranina hjá einum stórum felag í álvara, hóast politiska støðan var púra óbroytt millum 13. og 14. februar, sigur Anna Dam.

– Tvørturímóti verða vit í H71 revsað fyri, at EHF ikki í tøkum tíma hevur tikið neyðugu stigini. Og sjálvt um vit eru eitt lítið felag í Norðuratlantshavi, kenna vit okkum noydd at tala at og kæra, so EHF hevur ein møguleika at rætta upp órættin, ið vit síggja sum eina misskiljing av løgfrøðiligum hugtøkum og skyldum til ikki at gera mun á.

Møguligt at spæla í Tjekkia
Sambært H71, hevur HC Galychanka Lviv undir allari tilgongdini toygt seg til, at dysturin kundi verið spældur í Tjekkia, og nú hevur H71 tikið ukrainska felagið upp á orðið og sagt seg vilja spæla dystin í Tjekkia 23. ella 24. mars, og at samlaði vinnarin so kann spæla hálvfinalu ímóti spanska Rocasa Gran Canaria 26. ella 27. mars.

– Vit eru enntá sinnað til at skipa fyri øllum í sambandi við dystin í Tjekkia, umframt at rinda allar útreiðslur í tí sambandi, sigur Anna Dam, forkvinna í H71.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder