Fótbóltur

Steypavinnarin kann koma uppá 2. plássið

B36 tekur ímóti 07 Vestur, ið skal royna at gera sína støðu í botnstríðnum betri.

B36 er í einum góðum stima, og í kvøld vitjar 07 Vestur, sum stríðist fyri at sleppa undir niðurflyting
(Mynd: Sverri Egholm)

B36 er í einum góðum stima, og í kvøld vitjar 07 Vestur, sum stríðist fyri at sleppa undir niðurflyting (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-26 13:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá dystarskráin fyri kappingarárið varð løgd, varð ikki tikið hædd fyri, at B36 fór at koma víðari tvær ferðir í Evropa. Um Ólavsøkutíð leikti havnarfelagið ímóti turkiska stórfelagnum Besiktas í Europa League, so dysturin Ólavsøkuaftan móti 07 Vestur varð fluttur.

Í kvøld verður hesin dysturin leiktur, so B36 og 07 Vestur koma uppá 23 dystir. B36 er greiður favorittur á heimavølli. Eftir strævu skránna í Evropa hevði liðið hjá Jákup á Borg trupult við at vinna. Tað gjørdist til tríggjar javnleikir móti TB/FCS/Royn, EB/Streymi og AB. So vann B36 á KÍ, og seinastu fýra dystirnar hevur B36 fingið trý stig; einasta ósigraða liðið síðani summarsteðgin.

07 Vestur vann sera týdningarmiklan sigur á Argjum sunnudagin. Tað gjørdi at vágamenn eru eitt stig frammanfyri AB í stríðnum um 9.plássið. Nú fýra umfør eru eftir í 1.deild, er NSÍ fýra stig og 23 mál frammanfyri B68, ið stríðist fyri at koma uppá 3. plássið, ið gevur uppflyting. Harvið sær tað út til, at bert eitt lið flytir upp.

Í greiða sigrinum á EB/Streymi sunnudagin byrjaði B36 við heili 8 leikarum, ið hava aldur til U21. Spurningurin er, hvussu B36 fer at stilla upp í kvøld, nú steyapvinnarin kann tryggja sær fimta sigurin á rað, og harvið koma uppá 2.plássið.

Dysturin í Gundadali byrjaði klokkan 17.15. Til ber at fylgja við støðuni á forsíðuni, og vit hava myndir frá dystinum og taka samanum eftir seinasta bríksl.

1. HB (61 stig)
2. KÍ (45 stig)
3. NSÍ (43 stig)
4. B36 (43 stig)*
5. Víkingur (38 stig)
6. Skála (26 stig)
7. TB/FCS/Royn (22 stig)
8. EB/Streymur (20 stig) 
9. 07 Vestur (13 stig)*
10. AB (12 stig)    

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder