Hondbóltur

StÍF fingið nýggja nevnd

– Nýggja nevndin er farin til verka og er spent at menna StÍF enn meira saman við nógvum góðum eldsálum og stuðlum, sigur felagið.

Frá vinstru: Alexandur Johansen, Simona Paula á Fríðriksmørk, Ann Berg Christensen, Egi Gothard Danielsen, Suni Ernstsson, Ólavur í Geil, Sára Mrdalo, Rúni Rasmussen (Mynd: StÍF)

Frá vinstru: Alexandur Johansen, Simona Paula á Fríðriksmørk, Ann Berg Christensen, Egi Gothard Danielsen, Suni Ernstsson, Ólavur í Geil, Sára Mrdalo, Rúni Rasmussen (Mynd: StÍF)

2023-08-30 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týskvøldið var árligi aðalfundurin hjá StÍF í bygdahúsinum á Strondum.

Á skránni var nevndarval, og Elin Maria Bærentsen, Janneth Heinesen og Magni Jacobsen stillaði ikki uppaftur.

– Elin Maria og Janneth hava sitið í nevndini í fimm ár, og Magni hevur sitið í tvey ár. StÍF takkar teimum hjartaliga fyri teirra stóra arbeiði og íkast fyri felagið, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

– Gleðiligt var, at fleiri valevni bjóðaðu seg fram á aðalfundinum.

Hesi eru nývald í nevndina: Ólavur í Geil, Ann Berg Christensen, Sára Mrdalo, Simona Paula á Fríðriksmørk og Suni Ernstsson. Alexandur Johansen er tiltakslimur.

Rúni Rasmussen, sum hevur verið formaður seinastu trý árini, legði frá sær sum formaður, men heldur fram í nevndini.

Nevndin telur nú sjey limir, og eftir aðalfundin skipaði nýggja nevndin seg soleiðis:

  • Egi Gothard Danielsen, formaður
  • Ann Berg Christensen, næstforkvinna
  • Rúni Rasmussen, skrivari
  • Suni Ernstsson, kassameistari
  • Ólavur í Geil, nevndarlimur
  • Sára Mrdalo, nevndarlimur
  • Simona Paula á Fríðriksmørk, nevndarlimur
  • Alexandur Johansen, tiltakslimur
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder