
Seinasta FM-fjórðingsfinalan varð spæld seint seinnapartin á Skála. Hetta gjørdist tann tættasta og eftir hana er greitt, at hálvfinalurnar hjá monnum síggja soleiðis út:
Kyndil (1) - StÍF (4)
VÍF (2) - H71 (3)
Harvið verður tað eins og hjá kvinnum, at liðini, sum endaðu nummar trý og fýra, skulu spæla hálvfinalur móti ávikavist nummar tvey og eitt frá gundspælinum.
Sí eisini: Neistin og VÍF sum væntað í FM-hálvfinalunum
KÍF meira enn bjóðaði av á Skála og var á sigurskós til nakað inn í 2. hálvleik. Men út á 2. hálvleik var StÍF stinnari. Tað tyktiskt sum, at heimaliðið hevði fleiri streingir at spæla uppá.
Ùtiliðið hekk tó í so at allan vegin. Tað var inntenst, og man merkti at nógv stóð uppá spæl á Skála: Báðar verjurnar høvdu fleiri góðar støður í verjuni, og Milenko Jelkan (KÍF) og Rasmus Østergaard (StÍF) høvdu nógvar bjargingar í hvør sínum hállveiki.
Tað varð ikki avgjørt fyrrenn í seinasta minutti. Tá tók besti spælarin hjá StÍF í ár, og tann mest effektivi spælarin í deildini sambært HandballStatz, sakina í egnar hendur. Trúgvi Hávardsson vann ein tvídyst mitt og og skoraði hegnisliga til 28-26. Annars hevði Pætur Johansen tikið stóra ábyrgd gjøgnum 2. hálvleik í bakketuni hjá StÍF.
Tað var ov seint hjá KÍF at koma aftur, og harvið fer StÍF í hálvfinalurnar. Har er Kyndil á skránni.
Sí meira um dystin her
Fyrstu hálvfinalurnar hjá monnum verða spældar hóskvøldið. Síðani er tað aftur næsta sunnudag. Fyrsta liðið at vinna tvær hálvfinalur fer í finalurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald