Hondbóltur

StÍF loypti hvøkk á H71

Haruka Gima skeyt 13 mál - helvtina av málinum hjá StÍF - í sera spennandi dystinum á Skála. Í Klaksvík vann Neistin greitt.

Gima var í hopla fyri StÍF í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Gima var í hopla fyri StÍF í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-08 17:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í SMS-deildini eru leiktir seinnapartin.

Á Skála vóru hoyvíkskvinnur stórfavorittar, men hetta var dagurin hjá StÍF, ið syrgdi fyri at bæði stigini vórðu varandi á Skálafjørðinum eftir dystin, har tað leikaði javnt á allan vegin. Marita Mortensen gjørdi sítt fyri H71, men japanska Haruka Gima var ikki til at steðga: Hon skoraði 13 ferðir. 

Í Klaksvík var eingin ivi. Heimaliðið skoraði bert bert seks ferðir fyri steðgin, og neistakvinnur vóru náðileysar. Við úrslitinum er Neistin nú ájavnt í stigum við hoyvíkskvinnum.

StÍF - H71 26-25 (16-15) 
Toppskjúttar: Haruka Gima 13 mál, Marita Mortensen 9 mál

Stjørnan - Neistin 19-30 (6-17)
Toppskjúttar: Tóra Eliasen 5 mál, Ingunn Kristina Persson 10 mál

Støðan:
1. Kyndil 18 stig 
2. VÍF 18 stig
3. H71 14 stig
4. Neistin 14 stig *
5. Stjørnan 8 stig
6. StÍF 6 stig
7. VB 0 stig

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder