Hondbóltur

StÍF og VÍF eru í hálvfinalunum

Vestmannakvinnur vendu tí í Hoyvík og sendu føroyameistararnar út eftir brotskøst. StÍF koppaði EB á Skála. Skjótt skulu vinnararnir hitta ávíkavist Kyndil og Neistan. Finaluliðini hjá monnum kunnu verða funnin í kvøld.

Agnas Funn (fyrr Olsen) gjørdi bart við 9 málum í Hoyvík. VÍF og StÍF hava nú spennandi hálvfinalur fyri framman móti ávíkavist Kyndli og Neistanum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Agnas Funn (fyrr Olsen) gjørdi bart við 9 málum í Hoyvík. VÍF og StÍF hava nú spennandi hálvfinalur fyri framman móti ávíkavist Kyndli og Neistanum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-04-14 14:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vunnu VÍF og StÍF seg víðari úr FM-fjórðingsfinalunum hjá kvinnum.

Vestmannakvinnur koppaðu føroyameistarunum seinastu árini í Hoyvík. H71 hevur eitt yngri lið í ár - fleiri profilar frá undanfarnu árunum eru burtur - men í steðginum var 13-7.

VÍF megnaði tó at venda tí eftir steðgin, har royndu bakspælararnir Agnas Funn og Durita Christophersen Jojic gingu á odda saman við Fríðu Nolsøe Olsen, umframt Vivian Petersen í málinum. H71-álopið steðgaði eitt sindur upp, og Agnas sendi dystin í longda leiktíð.

Har stóð eisini á jøvnum, og so varð neyðugt við brotskaskapping. Har vóru tær í gulum og bláum stinnari, og so var stórur fagnaður. Stór uppgáva bíðar nú VÍF í hálvfinaluni - FM-favorittarnir úr Kyndli.

[object Object]
Landsliðsspælarin Natasja Hammer gjørdist toppskjútt hjá StÍF (Mynd: StÍF)

Á Skála leikaði javnt á fyri steðgin, men í 2. hálvleiki fór StÍF skjótt avstað. Heimaliðið livdi upp til favorittleiklutin, og føroyameistararnir úr 2021 tevja eftir seks-máls sigurin í gjár enn eina FM-finalu.

Neistin hevur havt eitt svingandi kappingarár og verður Mariu Pálsdóttir Nólsy fyriuttan. Profilurin hevur verið undir skurð fyri brot í fingrinum í vikuni. Lagt er upp til spennandi hálvfinalur har.

FM-fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum
Í gjár, leygardagin 13. apríl
H71 - VÍF 28-31 eftir brotskøst (23-23 eftir vanliga leiktíð)

Toppskjúttar: Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Agnar Funn 9 mál
Sí dómaraseðil og dystargongd her

StÍF - EB 28-22 (13-12)
Toppskjúttar: Natasja Hammer og Talita Alves 9 mál
Sí dómaraseðil og dystargongd her

Hálvfinalur: 
Kyndil (1) - VÍF (5)
Neistin (2) - StÍF (3)

Tær fyrstu verða spæla spældar í næstu viku - tað er fyrst upp í tveir sigrar (best av trimum)

Í dag kann gerast greitt, hvat annað - ella bæði FM-finaluliðini hjá monnum vera. Kyndil og VÍF hava knívin á barkanum.

Aðru FM hálvfinalurnar hjá monnum
Í dag, sunnudagin 14. apríl

16.00: VÍF (0) - KÍF (1)
19.00: H71 (1) - Kyndil (0)

Tað er fyrst upp í tveir sigrar (best av trimum)

Til ber at síggja dystirnar á live.hsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder