Hondbóltur

StÍF, VÍF og H71 leggja til brots

Dystirnir um Lionsbikarið í hondbólti hjá kvinnum og monnum verða spældir sunnudagin 5. september, og hesaferð verður tað Epilepsifelagið, ið fær ágóðan.

Ein av minniligu løtunum farna kappingarár, tá kvinnurnar hjá StÍF vórðu fagnaðar sum meistarar á Skála. Tær spæla sunnudagin um Lionsbikarið ímóti kvinnunum hjá H71, sum vunnu steypakappingina, og hjá monnum møtast føroyameistararnir hjá VÍF og steypavinnararnir hjá H71. (Mynd: Sverri Egholm)

Ein av minniligu løtunum farna kappingarár, tá kvinnurnar hjá StÍF vórðu fagnaðar sum meistarar á Skála. Tær spæla sunnudagin um Lionsbikarið ímóti kvinnunum hjá H71, sum vunnu steypakappingina, og hjá monnum møtast føroyameistararnir hjá VÍF og steypavinnararnir hjá H71. (Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-30 07:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eitt kappingarár í hondbólti stendur fyri framman, og nú sunnudagin verður tað skotið í gongd við dystunum um Lionsbikarið hjá bæði kvinnum og monnum, sum verða spældir í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

StÍF-kvinnurnar, sum vunnu føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð síðsta vetur, skulu í sínum stórsteypadysti møta H71-kvinnunum, sum annað árið á rað vunnu steypakappingina. Tann dysturin byrjar sunnudagin klokkan 14.

Og hjá monnum stendur stórsteypadysturin millum føroyameistararnar úr VÍF, sum nú eru uppi á 24 meistaraheitum, og steypavinnararnar úr H71, sum hava vunnið steypakappingina fýra av seks teimum síðstu ferðunum. Hesin dysturin byrjar sunnudagin klokkan 16.

Dystirnir um Lionsbikarið eru sum vanligt samstarv millum Hondbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, og umframt at vísa okkum, hvussu nøkur av toppliðunum í fjør eru fyri í ár, er endamálið at savna pengar inn til vælgerðarendamál.

Epilepsifelagið fegnast
Í ár verður tað Epilepsifelag Føroya, ið fær ágóðan av dystunum um Lionsbikarið í hondbólti og stórsteypadystunum í fótbólti, ið verða spældir til várs. Eins og seinnu árini verður samlaði ágóðin frá øllum fýra dystunum latin.

– Hetta kemur sum vera man sera væl fyri hjá okkum, tí vit eru eitt felag uttan stórvegis inntøkur. Vit liva av okkara limagjaldi og eini lítlari pulju frá MEGD, so at onkur hugsar um okkum upp á henda mátan, eru vit sera takksom fyri, sigur forkvinnan í Epilepsifelagnum, Randfríð Sørensen.

– Epilepsi er kanska nakað, ið ikki viðkemur so øgiliga mongum, sum so nógv annað, hóast tað eru einir 350-400 føroyingar, ið hava epilepsi. Hetta er ein tabumerkt sjúka, so vit fegnast um hvørt høvi at fáa sjúkuna fram í ljósið við upplýsing og kunning.

Sum sagt, er dystarskráin fyri Lionsbikørini tann sunnudagin, at klokkan 14 spæla kvinnurnar hjá StÍF og H71 og klokkan 16 spæla menninir hjá VÍF og H71. Landskappingin í hondbólti eina viku seinni, vikuskiftið 11./12. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder