Hondbóltur

Stjørnan fekk ikki viðhald í kæruni

Ónøgd var við serliga avgerandi døming í steypadystinum millum Neistan og Stjørnan. Mótmælið varð lagt ov seint er staðfestingin hjá Aganevndini hjá Hondbóltssambandinum.

Neistin vann við einum málið uppá brotsskast í evstu løtu (Mynd: Sverri Egholm)

Neistin vann við einum málið uppá brotsskast í evstu løtu (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-29 09:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var stór ónøgd í Stjørnu-leguni eftir tepra tapið í steypadystinum í Høllini á Hálsi sunnudagin 17. januar. Útiliðið hevði havt ein leiðslu, men Neistin át seg innaftur og avgjørdi dystin við brotskastið í seinasta sekundið.

Ónøgdin snúði seg millum annað um yvirskipaða dómaraavrikið hjá Bárði og Rógva Danielsen, har Neistin fekk tíggju brotskøst, meðan Stjørnan einki brotskast fekk, og har Stjørnan fekk fimm útvísingar, meðan Neistin onga útvísing fær. Men tað var umtalað støðan í evstu løtu, har Sonja Lava Sirdal fekk hjá Stjørnuni tveir minuttir fyri at órógvað, beint sum tríggjar metur kast skuldi takast, sum eisini gav brotskast, ið fekk Christoffur Gert Nielsen at legja protest (mótmæli) eftir dystarlok. 

[object Object]
Christoffur Gert Nielsen var alt annað enn nøgdur (Mynd: Sverri Egholm)

Nú er svar frá Aganevndini komið uppá kæruna - Stjørnan fekk fráboðan týsdagin - og tað framgongur, at tað er júst tað, at mótmæli varð lagt eftir dystarlok, ið tykist at vera høvuðstrupulleikin:

- Mótmæli skal leggjast beint eftir, at skeivleikin er staðfestur ella møguligt mistak er gjørt, og skrivarin skal skriva mótmælið á dómaraseðilin. Dómaraborðið skal beinanvegin geva dómarunum fráboðan um mótmælið, og er spælið hereftir tikið uppaftur, hava partarnir góðtikið tað, sum er farið fram.

Les eisini: Stjørnan ónøgd við dømingina

Aganevndin vísir í avgerðini á, at mótmæli ikki er sambært kappingarreglunum og forskriftunum fyri tá mótmæli verður lagt, tí hetta var ikki tað sum hendi. Mannagongdin í kappingarreglu 5.17, sum greitt vísir á, at mótmælið skal leggjast beinleiðis í sambandi við hendingina, at partarnir hareftir skulu kunnast og at dysturin hareftir kann takast uppaftur, varð ikki fylgd, skrivar hsf.fo, har avgerðin hjá Aganevndini kann lesast.

Neistin er víðari í steypakappingini. Stjørnan skal vinna greitt í Vági sunnudagin, samstundis sum H71 tapir fyri Neistanum fyri at tað skal eydnast hjá teimum reyðkløddu úr Klaksvík at koma víðari. 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder