Tað endaði 24-23 millum Neistan og Stjørnuna í steypdysti í bólki 2 í gjár. Ein dystur, har Stjørnan annars var omaná í fyrra hálvleiki, og tað sá gott út. Men í seinna hálvleiki komu neistakvinnur nærri og nærri, og endaðu við at fara avstað við øllum - tá fýra sekund vóru eftir.
Á dómaraseðlinum kemur fram, at Christoffur Gert Nielsen, eftir dystin legði protest um síðstu avgerðina í dystinum.
Støðan var 23-23, og Neistin hevði álop, men hevði trupult at koma til upplagdar møguleikar. Tá fýra sekund vóru eftir, fær Sonja Sirdal hjá Stjørnuni tveir minuttir fyri at órógva Neistan, og eftir orðaskifti millum dómarar fáa tær í bláum brotskast. Eitt brotskast, sum Maria Nólsoy setti í netið.
Sonja Sirdal (Mynd: Sverri Egholm)
Norðlýsið skrivar, at stór ónøgd var í stjørnuleguni um dómaravrikið gjøgnum dystin. Neistin fekk tíggju brotskøst, meðan Stjørnan einki brotskast fekk. Eitt annað, sum er at býta merki í, er, at Stjørnan fær fimm útvísingar, meðan Neistin onga útvísing fær.
Bárður Danielsen og Rógvi Danielsen vóru dómarar hendan dystin.
Hetta var fyrsti dysturin í steypakappingini hjá hesum báðum liðum. H71 vann hin dystin í bólkinum, sum var móti VB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald