Fótbóltur

Stjørnan stríddi seg til javnleik móti steypavinnarunum

H71 var á odda við fimm málum, tá ellivu minuttir vóru eftir í Klaksvík, men heimaliðið gjørdi tað frálíka væl seinastu løtuna og hevur framvegis møguleikan at koma í hálvfinalurnar.

Tóra Eliasen skoraði ikki nógv mál í dag, men hon var sera týðandi fyri Stjørnuna í avgerandi partinum av dystinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tóra Eliasen skoraði ikki nógv mál í dag, men hon var sera týðandi fyri Stjørnuna í avgerandi partinum av dystinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-01-23 21:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað leikaði ógvuliga javnt á ta mesta av fyrra hálvleiki í KÍ-høllini, har heilt fitt av fólk vóru komin saman til dystin í 2. umfari í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini millum Stjørnuna og H71.

Fyrstu ellivu minuttirnar hevði H71 tvær ferðir eina tvey-máls leiðslu -  men sjey minuttir seinni var 8-7. Síðani fekk H71 gongd í álopsspælið aftur, har 17-ára gamla Elsa Egholm millum annað kom inn og gjørdi mun við at fáa eitt mál og vinna tvey brotskøst uppá eina stutta løtu. Samstundis riggaði sjey ímóti seks spælið hjá Stjørnuni ikki meira, og H71 fekk eina trý-máls leiðslu, ið liðið fór til hálvleiks við. 

Í fyrra hálvleiki var tað millum annað merkisvert, at Jansy Jacobsen var aftur at síggja á vøllinum hjá Stjørnuni eftir barnsburð og fekk eitt mál og eitt upplegg, stuttu løtuna hon var inni á høgra bakki, at 17-ára gamla Jana Mittún hjá H71 varð mansverd tað mesta av tíðini, og at Maria Halsdóttur Weyhe stóð fyri so at siga øllum málunum hjá útiliðnum - heili níggju. Merkisvert var eisini, at annar av dómarunum, Dánjal Samuelsen, noyddist at fara út vegna skaða eftir áleið tjúgu minuttir. Harvið helt Heri Petersen fram einsamallur, og tað kom hann heilt væl frá.

[object Object]
22-ára gamla Jansy Jacobsen var aftur á vøllinum fyri besta liðið hjá Stjørnuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)


[object Object] Stjørnan megnaði ikki at hava tamarhald á Mariu Halsdóttir Weyhe fyri steðgin, og nummar sjey skoraði helmingin av málunum hjá hoyvíkskvinnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Heri Petersen og Dánjal Samuelsen - fyrrnevndi dømdi allan dystin í Klaksvík í kvøld - Dánjal noyddist tíverri út við skaða í lærinum í fyrra hálvleiki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Verjuparturin hjá H71 riggaði heilt væl fyrsta helmingin av 2. hálvleiki. Stjørnan brendi eisini fleiri upplagdar málmøguleikar, og í 16. minutti varð munurin seks mál, tá Marita Mortensen skoraði, og tríggjar minuttir seinni skoraði Maria Weyhe sum ikki einaferð, og so var 17-22. Heimaliðið gav tó ikki upp, og tað tyktist sum hovíkskvinnur slappaðu eitt sindur av. Leikararnir hjá Christoffuri Nielsen og Báru Skaale Klakstein hugsavnaðu seg meira og spældu meira ágangandi seinastu tíggju minuttirnar av dystinum, ið endaðu 7-2.

Julia Nalivko hevur verið ein fongur fyri Stjørnuna, og russiski bakspælarin skoraði í dag heili 10 mál. Seinastu løtuna var tað tó serliga Tóra Eliasen, ið gav H71 trupulleikar. Hon er skjót, sterk og bjóðaði ferð eftir ferð í avgerandi løtuni, har Stjørnan át leiðsluna upp, miðverjuni hjá H71 av. Tað kostaði millum annað Duritu Toftum eina útvísing, og gav nøkur brotskøst, ið Katrin Bertholdsen skoraði sera trygt uppá - Katrin fekk eisini tvey mál av vonginum seinastu løtuna av dystinum í sjey ímóti seks spæinum

[object Object]
Katrin Bertholdsen og Maria H. Weyhe (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tóra fekk málið til 24-24, ið gjørdist tað seinasta í dystinum.  Heimaliðið hevði eisini møguleika at avgera dystin, eftir at H71 ikki megnaði at skorað. Seinastu løtuna var verjuparturin hjá Stjørnuni heilt sterkur, og ársins verjuleikari í fremstu kvinnudeildini í fótbólti vísti, at hon kann so at siga steingja eitt mál. Tað eydnaðist ikki hjá H71 at skora í seinasta minutti, men í verjupartinum gjørdi Maria tað heilt rætta, tá toppskjúttin í dystinum las, at Stjørnan royndi at krossa Tóru Eliasen upp. Maria kom ímillum og fór avstað, men ov fá sekund vóru eftir til at hon fekk skot á.

Harvið er H71 ikki víðari til hálvfinalurnar enn. Til tað krevst ein javnleikur ella ein sigur sunnudagin 31. januar í Hoyvík móti Neistanum. Eydnast tað ikki hevur Stjørnan ein møguleika, um ein tryggur sigur kemur í hús í dystinum í Vàgi. Stjørnan kann eisini fáa hjálp frá vágskvinnum, sum spæla í Høllini á Hálsi í morgin.

Faxe Kondi kappingin kvinnur
Bólkur 2 - 23.01  

Stjørnan - H71 24-24 (10-13)
Toppskjúttar: Maria Halsdóttir Weyhe 12 mál, Julia Nalivko 10 mál, Katrin Bertholdsen 7 mál

1. H71 3 stig (2 dystir)
2. Neistin 2 stig (1 dysti)
3. Stjørnan 1 stig (2 dystir)
4. VB 0 stig (1 dystir)

Soleiðis verður spælt í morgin og næsta vikuskifti
Sunnudagur 24.01.21 kl. 14.00 Neistin – VB
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 H71 – Neistin
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 VB – Stjørnan

Les eisini: Stjørnan ónøgd við dømingina

Soleiðis verður spælt í bólki í morgin í næsta viku
Sunnudagur 24.01.21 kl. 14.00 H71 2 – Kyndil
Mikudagur 27.01.21 kl. kl. 20.00 VÍF – StÍF
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 Kyndil – VÍF
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 StÍF – H71 2

Kyndil og VÍF havaa tvey stig eftir tryggar sigrar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder