Hondbóltur

Stór afturgongd í mun til fyrra dystin

Hesaferð endaði tað við javnleiki millum A-landsliðini hjá Føroyum og Finnlandi. Føroyska liðið var á odda við trimum í steðginum og í løtum í seinna hálvleiki, men brendi samanlagt ov nógv skot.

Tað var eitt nógv størri stríð móti Finnlandi í dag. Føroyska lið fekk ikki sítt spæl at koyra í stórum pørtum av dystinum (Mynd: HSF)

Tað var eitt nógv størri stríð móti Finnlandi í dag. Føroyska lið fekk ikki sítt spæl at koyra í stórum pørtum av dystinum (Mynd: HSF)

2023-04-05 18:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annan dagin á rað spældu føroysku kvinnurnar venjingardystinum móti Finnlandi. Hesuferð var talan um ein heilt øðrvísi dyst. Sum Hondbóltssambandið skrivar, var talan var um eitt lakari avrik í mun til dystin í gjár og gjørdist úrslitið 24-24 - í gjár vunnu Føroyar 35-25

- Føroyska liðið byrjaði dystin sera illa við at brenna fyrstu 5 málkjansirnar. Tað gingu sjey minuttir áðrenn okkara funnu netmeskarnar, og var tað uppá brotskast.

Føroyska liðið fekk tó tamarhald á dystinum, sum hálvleikurin leið og var á odda við trimum málum í steðginum. Fleiri ferðir í seinna hálvleiki høvdu okkara eina slíka leiðslu, hóast Finnland var komið uppá javnt eftir nakrar minuttir í seinna háleiki. Føroyar tyktust nakrar ferðir at vera á veg at sníkja seg avstað, men sum hsf.fo skrivar, so vóru tað ov nógvir brendir kjansir og tekniskar villur, sum sníktu seg uppí føroyska spæli. 

Finnland át seg nærri, og tað var heilt javnt seinastu minuttirnar. Føroyar áttu seinasta álopið og kundu havt avgjørt dystin til okkara fyrimun, men skotið varð brent. Hetta var heldur góð mynd uppá dystin, tí Føroyar høvdu fyri tað fyrsta tað væl truplari við at koma til upplagdar møguleikar enn í gjár, og so hevði finski málverjin eisni nógv betri tak á skotunum.

Serliga var tað vengurnir hjá Føroyum, ið høvdu trupult við at skora uppá góðar støður, men ein nógv meira ágangandi og samanhangandi finsk verja gjørdi tað sum heilt trupult at fáa flótandi spæl og eisini opin skot mitt fyri. Til dømis skoraðu Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen bert trý mál samanlagt - Súna fekk átta sjálv í gjár. Týðiligt var, at Finnland hevði fyrireika seg væl til at tálma kviku føroysku spælarunum og ein hægri verja og betri uppbakningur fekk gjørt tað, at 1v1 og 2v.2 -spælið hjá Føroyum gjørdist minni effektivt.

[object Object]
Maria Pálsdóttir Nólsoy fekk eitt slag av A-landsliðsgjøgnumbroti við tíggju málum og sannførandi spæli (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Stóra ljóspunktið í álopspartinum var 18-ára gamla Maria Pálsdóttir Nólsoy. Gamaní komu 80 prosent av hennara tíggju málum við brotskøstum, men tey vóru eisini ógvuliga trygg. Málverjin hjá Finnlandi bjargaði bert tí seinasta frá Mariu. Hon tók ábyrgd og var vald sum besti føroyski leikari í dag. Maria gjørdi 10 mál í dag og vann nøkur av brotskøstunum sjálv. Verjuspælið hjá Finnlandi hevði sín prís, og Jana og Súna vunnu eisini fleri brotskøst í gjøgnumbrotsroyndum.

Sum heild stóð føroyski verjuparturin seg eins væl sum í gjár, sum talið av málum ímóti eisini vísir. Hóast heldur keðiliga úrslitið móti lægra styrkismetta liðnum, so eru nógv ting, ið kunnu takast við frá hesum tiltrongdu venjingardystunum:

- Føroysku kvinnurnar hava við hesum spælt tveir gevandi dystir móti Finnlandi, sum liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum byrjar í oktober. Landsliðsvenjararnir fingu roynt unga liðið í fleiri ymsum uppstillingum og komu allir leikarir í spæl. Flestu leikararnir komu á máltalvuna, verjan var góð í fleiri tíðarskeiðum og staðfestast má, at Føroyar í løtuni hava tveir góðar málverjar at velja í, skrivar hsf.fo.

Føroyska liðið skal spæla aftur í oktober, tá EM-undankappingardystir eru á skrá. Lutakastið til hetta hevur ikki verið enn - ein fastur høvuðsvenjari verður helst settur skjótt.

Finnland - Føroyar (Seinni venjingardystur) 24-24 (10-13)
Mikudagin 5. apríl

Dystargongdin:
05 min. 2-0
10 min. 4-2
15 min. 5-4
20 min. 7-9
25 min. 9-10
30 min. 10-13
35 min. 12-16
40 min. 17-19
45 min. 18-21
50 min. 20-22
55 min. 21-22
60 min. 24-24

Føroysku málini:
Maria Páldóttir Nólsoy 10 (8)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Súna Krossteig Hansen 2 (1)
Rannvá Olsen 2
Pernille Brandenborg 2
Vár Zachariasen 2
Jana Mittún 1
Guðrið á Borg 1
Natasja Hammer 1

Bjargingar:
Rakul Wardum 12
Annika Fríðheim Petersen 2
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder