Fótbóltur

Stór uppgáva til føroyskar dómarar

Alex Troleis skal leiða dystin millum Tottenham og Inter í Youth League í komandi viku.

Alex Troleis skal í koamandi viku døma Youth League dyst í London
(Mynd: fsf.fo)

Alex Troleis skal í koamandi viku døma Youth League dyst í London (Mynd: fsf.fo)

2018-11-24 15:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dómarar úr Føroyum fáa fleiri og fleiri spenanndi altjóða uppgávur. Í gjár kunngjørdi Fótbóltssambandið, at UEFA hevur sett Alex Troleis at døma dystin í Youth League millum Tottenham og Inter. Youth League er fyri U19-liðini hjá teimum feløgunum, sum eru við í Champions League bólkaspælinum 

- Hetta er sjálvandi bæði mennandi og spennandi fyri okkara dómarar, og vit eru sjálvandi sera glaðir fyri, at føroyskir dómarar fáa tílíkar uppgávur, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Alex Troleis skal leiða dystin í London inni á vøllinum og at hjálpa sær á síðulinjuni verða Johnleif Gerðisá og Jón Marni Johannesen.

Tottenham og Inter spæla mikudagin 29. november klokkan 13:00 á Tottenham Training Center í Enfield í London. Seinni sama dag spæla vaksnamannaliðini hjá feløgunum týðandi dyst á Wembley. 

Alex Troleis er 38-ára gamal. Hann er av brasliskum uppruna og hevur verið danskur ríkisborgari í næstan sjey ár. Hann býr á Toftum, og umboðaði B68 sum leikari í høvuðsheitinum frá 2001 til 2007. Í 2007 byrjaði hann sum dómari, og sambært FaroeSoccer hevur hann dømt yvir 300 dystir í ymisku føroysku deildunum. Alex Troleis hevur verið Fifa-dómari síðani 2015. 

Johnleif Gerðisá er av Nesi og hin hjálpardómarin, Jón Marni Johannesen er av Skála. 

Keldur: fsf.fo og faroesoccer.com

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder