Í tíðarskeiðinum frá 2002 og fram til 2025 fara Føroyar at brúka tilsamans 790 milliónir krónur til at byggja økir og hallir til ítrótt. 380 milliónir krónur eru brúktar fram til nú, og harafturat er ætlan at brúka 410 milliónir krónur afturat í verkætlanum, sum eru stungnar út í kortið, hetta fram til 2025.
Hetta kemur fram í grein, sum miðilin aroundtherings.com sendi út í gjár. Greinin er skrivað av Vero Communications, sum er felagið, sum ÍSF í hesum tíðum brúkar til at gera umheiminum vart við føroysku strembanina eftir at uppnáa olympiska viðurkenning.
Síðan aroundtherings.com er ein tíðindamiðil, sum vendir sær til felagsskapir og stovnar við serligum áhuga innan tað, sum hendir í olympiska heiminum.
Greinin vísir á, at í Føroyum eru í løtuni 20 ítróttarhallir, 18 svimjihallir, harav ein við 50 metra hyli, tvær breytir til frælsa ítrótt, 22 fótbóltsvøllir umframt 100 smærri sokallaðir Fifa-vøllir.
Á tekniborðinum er harafturat liðugtgerð av tjóðarleikvøllinum, Tórsvølli, svimjihøll við 50 metra hyli í Tórshavn, nýggjur fótbólts- og ítróttavøllur í Klaksvík, svimjihøll við 25 metra hyli í Runavík og ein 18 hols golfbreyt á Streymoy.
Stóru íløgurnar eru ikki bara fyri at tæna teimum 51.000 íbúgvunum í Føroyum, men eisini ein liður í strembanini at fáa olympiska viðurkenning, eitt arbeiði, ið byrjaði fyri 40 árum síðani, og millum annað fær stuðul frá donsku stjórnini og donsku olympisku nevndini.
- Føroyar fáa ikki stuðul til ítróttaíløgur úr Danmark, so her er talan um íløgur, ið verða bornar við okkara sterka ynski um at geva okkara bestu ítróttafólkum møguleika at kappast heima og uttanlands.
- Hesar íløgur vísa nógv ítrótturin hevur at týða í okkara landi, og hvussu sterkt okkara ynski um olympiska viðurkenning er, sigur Jon Hestoy, varaforseti í ÍSF í greinini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald