placeholder
Fótbóltur

Stórdystur í London - Liverpool í eldin aftur á Anfield

Seinastu dystirnir í 1. umfari í Premier League eru á skránni í dag.

Arsenal og Manchester City skulu stríðast um sigurin á Emirates leikvøllinum í dag
(Mynd: EPA)

Arsenal og Manchester City skulu stríðast um sigurin á Emirates leikvøllinum í dag (Mynd: EPA)

2018-08-12 12:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Premier League er endiliga í gongd aftur, og í dag verða tríggir dystir leiktir: 

13.30: Liverpool - West Ham(6'arin) 
13.30: Southampton - Burnley 
16.00: Arsenal - Manchester City(TV3 Max)

Trý av "topp-seks liðunum" hava spælt, og United, Tottenham og Chelsea vunnu øll. Í dag spæla hini stórliðini.

Arsenal og Manchester City bresta saman á Emirates leikvøllinum, og "tað nýggja Arsenal" við Unai Emery á odda verður at síggja. Tað verður fyrsti Premier League-dystur í næstan 22 ár, har Arsene Wenger ikki stendur við róðrið hjá teimum reyðu úr London. Tað er eitt jaligt huglag og varin optimisma í Arsenal, men uppgávan í dag verður sera trupul. Tað eru ikki nógvar broytingar á suverena meistaraliðinum frá í fjør, nú Pep Guardiola og hansara menn skulu byggja uppá. Lagt er upp til ein sera spennandi dyst í London í dag.

Tað eru Liverpool og West Ham, ið eru fyrst á skránni í dag. Liverpool og Klopp hava styrkt seg í summar, og nú kunnu nakir av nýggju leikarunum síggjast á Anfield. West Ham hevur eisini fingið nógv nýtt fólk, og nýggi venjarin, Manuel Pellegrini, ið fyrr hevur vunnið Premier League við Manchester City, hevur nakað spennandi at arbeiða við. Liverpool skal royna at bjóða av heilt uppi í oddinum, meðan West Ham skal lyfta seg ordliga upp í ovaru hálvu.

Burnley stríðist í løtuni fyri at spæla seg í bólkaspælið í Evropa League; í dag er fyrsta uppgávan í Premier League, og hon er í Suðuronglandi.  


Úrslitini í gjár:

Newcastle – Tottenham 1-2(1-2)
Bournemouth – Cardiff 2-0 (1-0) 
Fulham – Crystal Palace 0-2 (0-1)
Huddersfield – Chelsea 0-3 (0-1)
Watford – Brighton 2-0 (1-0)
Wolves - Everton 2-2(1-1)

Fríggjakvøldið vann Manchester United 2-1 á Leicester á Old Trafford   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder