Fótbóltur

Stórdystur í London í dag

Oddaliðið er á vitjan hjá Chelsea seint seinnapartin; talan er um tann mest spennandi av dagsins átta dystum.

Chelsea og City dystast seint seinnapartin, og talan verður helst um ein tættan dyst
(Mynd: EPA)

Chelsea og City dystast seint seinnapartin, og talan verður helst um ein tættan dyst (Mynd: EPA)

2018-12-08 11:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað styttist millum dystirnir í Premier League nú í desember, og aftur í morgin eru fleiri dystir á skránni: 

12.30: Bournemouth - Liverpool 

15.00: Arsenal - Huddersfield
           Burnley - Brighton
           Cardiff - Southampton
           Manchester United - Fulham
           West Ham - Crystal Palace

17.30: Chelsea - Manchester City

19.45: Leicester - Tottenham 


Liverpool leggur út í jagstranini eftir City, og kann leggja seg fyribils á odda við sigri á Bournemouth. Talan er tó lumpisligan útidyst í Suðuronglandi; móti liðnum sum liggur nummar 7. Liverpool hevur tó framvegis ikki tapt í Premier League og hevur ongantíð havt so nógv stig eftir 15 umfør. 

Manchester United hevur ikki vunnið seinastu fyra dystirnar í deildini, og hevur harðliga tørv á trimum stigum, nú botnliðið kemur á vitjan, meðan Arsenal og Tottenham eisini skulu royna at vinna fyri at hanga væl fast í oddinum.

Stórdysturin verður á Stamford Bridge, har Guardiola og hansara menn vitja. City hevur bert mist stig tvær ferðir í ár, men hetta er ein av meira torføru uppgávununum hóast Chelsea hevur tapt tveir teir seinastu dystirnar. Um dreymurin um meistaraheiti hjá Sarri og hansara monnum skal haldast í lívi, krevst ein sigur í dag. City hevur ikki Sergio Aguero og Kevin De Bruyne tøkar, men er tó í favorittleiklutinum. 

Støðan undan 16. umfarið: 
1.Manchester City 41
2.Liverpool 39
3.Tottenham 33
4.Chelsea 31
5. Arsenal 31
6. Everton 23 
7. Bournemouth 23
8. Manchester United 22
9. Leicester 22
10. Brighton 21
11. Watford 20
12. Wolves 19
13. West Ham 18
14. Newcastle 13
15. Crystal Palace 12
16. Cardiff 11
17. Huddersfield 19
18. Southampton 9
19. Burnley 9
20. Fulham 9

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder