Seks dystir í Premier League eru leiktir seinnapartin.
Liverpool byrjaði dagin við einum brakið. Á útivølli móti Bournemouth, ið undan dystinum lá á 7.plássið, vann Liverpool tryggan sigur. Mohammed Salah gekk á odda, og egyptiski kantspælarin skeyt sítt fyrsta hattrik hetta kappingarárið. Við sigrinum heldur Liverpool fram við ósigraðu gongdini, setur met fyri felagið í stigum eftir 16 umfør, og er í løtuni oddalið.
United hevur havt sínar eyðsýndi trupulleikar í ár. Seinnapartin vann liðið tó sín fyrsta veruliga trygga sigur í Premier Legue í ár. Botnliðið Fulham var á vitjan, men veiki verjuparturin hjá uppflytarunum kostaði aftur. Lukaku skorað fyri fyrstu ferð síðani í mars á Old Trafford, og United vann aftur eftir fýra dystir uttan sigur.
Størsti parturin av áskoðarunum á Emirates vórðu hildnir á pínubonkinum í 83 minuttir, tá Huddersfield var á vitjan. So sló Lucas Torreira til, og sendi Arsenal uppá 3. plássið. Liðið hjá Unai Emery er ósigrað í 22 dystum í øllum kappingum.
Burnley og Cardiff vunnu ógvuliga týdningarmiklar sigar á heimavølli, meðan West Ham vann i undirhaldandi London-grannauppgerð.
Í løtuni er stórdystur á Stamford Bridge, har City er á vitjan og roynir at taka oddasessin aftur.
Bournemouth - Liverpool 0-4 (0-1)
Arsenal - Huddersfield 1-0 (0-0)
Burnley - Brighton 1-0 (1-0)
Cardiff - Southampton 1-0 (0-0)
Manchester United - Fulham 4-1 (3-0)
West Ham - Crystal Palace 3-2 (0-1)
17.30: Chelsea - Manchester City (0-0)
19.45: Leicester - Tottenham
Støðan í løtuni
1.Liverpool 42
2.Manchester City 41 *
3.Arsenal 34
4.Tottenham 33 *
5.Chelsea 31 *
6. Manchester United 25
7. Everton 23 *
8. Bournemouth 23
9. Leicester 22 *
10. West Ham 21
11. Brighton 21
12. Watford 20 *
13. Wolves 19 *
14. Cardiff 14
15. Newcastle 13 *
16. Crystal Palace 12
17. Burnley 12
18. Huddersfield 10
18. Southampton 9
20. Fulham 9
* Ein dyst færri
Fótbóltur
Stórfeløgini sigraðu
Liverpool legði seg á odda í Premier League við sannførandi sigri. United vann eisini greitt, meðan Arsenal avgjørdi móti endanum.
United kundu fegnast um tryggan heimasigur (Mynd: EPA)
2018-12-08 17:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald