Fótbóltur

Stórsigur til KÍ í Gundadali

KÍ hevur væl meira enn annað beinið í næsta umfari í Europa League eftir klassamun í fyrru uppgerðini ímóti Tre Fiori úr San Marino.

(Áskoðarnir hjá KÍ fingu heili fimm mál at fegnast um í kvøld - Mynd: Sverri Egholm)

(Áskoðarnir hjá KÍ fingu heili fimm mál at fegnast um í kvøld - Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-27 21:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ var í kvøld óvanliga stórur favorittur, tá hugsað verður um, at talan er um eitt føroyskt lið í einum evropeiskum dysti. Tað vísti seg tó at vera uppá sítt pláss, tí Tre Fiori úr San Marino hevur ikki styrki sum er nær við eitt føroyskt oddalið. Hetta gjørdi KÍ sær dælt av, og syrgdi fyri at so at siga eingin spenningur er um, hvat av hesum liðunum kemur víðari úr undanumfarinum.

Myndir frá dystinum

Heimaliðið legði væl út í Gundadali. Eftir sjey minuttir varð bólturin lagdur í bakrúm til Simen Sandmæl, ið vísti yvirblikk við at leggja bóltin stutt útfrá til Patrik Johannesen, ið setti bóltin væl inn við sínum høgra beini. Hetta var 2. málið hjá Patriki í sínum triðja evropeiska dysti. Annars satsaðu liðini ikki nógv fyrstu løtuna, og leikferðin var ongantíð høg. Beint áðrenn hálva tíman var tað sera nær við, at KÍ økti eftir eitt gott horna frá Jóannes Bjartalíð úr høgru.

[object Object]
(Simen Sandmæl var eyðsýndur fyri KÍ í kvøld - serliga í fyrra hálvleiki har norðmaðurin skoraði og legði upp - Mynd: Sverri Egholm)
 
Tre Fiori hevði bóltin nakað í 1. hálvleiki, men manglaði týðiliga dygdir til at læsa KÍ-verjuna upp. Eina løtu beint eftir hálva tíman fall KÍ tó nakað, og í sama langa álopi var Jesper Brinck noyddur at bjarga á mállinjuni eftir, at tað varð stútað uppá mál, og Kristian Joensen bjargaði út til hornaspark. Klaksvíkingar reistu seg tó skjótt og eftir sera góða alvering uppá áleið 40 metrar frá liðformanninum Jákup B. Andreasen til Sandmæl, ið aftur var komin afturum opnu verjuna, var norðmaðurin sera tryggur, og setti bóltin niður í longra málhorn við sínum høgra beini.

[object Object]
(Jonn Johannessen skoraði sera gott mál í sínari evropeisku debut - Mynd: Sverri Egholm) 

Í 2. hálvleiki sást veruliga munur á liðnum. KÍ fekk nógv pláss og spældi við yvirskoti. Beint eftir hálvleik var Sandmæl einsmallur við málverjanum eftir góðar detaljur frá øðrum KÍ-leikarum men rakti stongina. Løtu síðani bragdaði eftir frálíkt spæl hjá KÍ, ið endaði við at 17-ára gamli Jonn Johannessen  trekti framvið verjuleikara og elegant lyfti bóltin uppum málverjanum. Tre Fiori hevði lítið at bjóða uppá, og KÍ vísti meira enn fyri steðgin. Jóannes Bjartalíð, ið átti uppleggið til 3-0 málið fekk síðani tvey mál, ið bæði vóru sett væl inn við vinstra beinið; tað fyrra umvegis stóplpan við skotið í brotsteigin - tað seinna við frálíkum langskotið, ið rakti yvirleggjaran á veg inn.

[object Object]
(Jóannes Bjartalíð gjørdist tvífaldur málskjútti í kvøld og hevur trý evropeiskt mál á sínari konto - Mynd: Sverri Egholm)

Tíverri fekk Tre Fiori minkað um munin í yvirtíðini, men við muninum frá dystinum í kvøld, burdi leiðslan hjá KÍ ikki verið hótt í komandi viku í San Marino - hóast útivallarmál og væntandi hita. Sigurin hjá KÍ í kvøld kundi verið størri, men hann var eins stórur sum heimasigurin hjá EB/Streymi á Lusitanas í Champions League í 2013. Tað er ógvuliga sannlíkt, at liðið hjá Mikkjali Thomassyni aftur skal til Litava í 1. umfari í Europa League í ár eftir sannførandi sigurin á Ovara Vølli í kvøld. 

Europa League undanumfar - fyrri dysturin 
Gundadalur, 27.06
KÍ - S.P Tre Fiori 5-1 (2-0)
8' Patrik Johannesen 1-0
37' Simen Sandmæl 2-0
56' Jonn Johannessen 3-0
73' Jóannes  Bjartalíð 4-0
83' Jóannes Bjartalíð 5-0
90' Andrea Compagno 5-1

KÍ (4-4-2):
Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic (85' Darius Lewis), Jákup B. Andreasen, Jonn Johannessen (70' Boris Dosljak) - Simen R. Sandmæl, Patrik Johannesen (76' Torbjørn Grytten)
Gul kort: Deni Pavlovic, Semir Hadzibulic, Patrik Johannesen, Jesper Brinck





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder