Í teimum báðum fyrstu umførunum í bólki C taptu Føroyar við seks málum, meðan Norra vann við seks málum. Í báðum førum var tað á útivølli, at norska liðið vann (í Norðurírlandi og í Hvítarusslandi). Ímillum hesar dystirnar vann Noreg vinardyst á Onglandi, ið norska liðið annars tapti ímóti í fjórðingsfinaluni í HM-endaspælinum í Fraklandi seinasta summar.
Á liðnum eru millum annað leikarar úr ensku Premier League, PSG og Barcelona. Tann allarbesti leikarin, Ada Hegerberg, er tó ikki við í Føroyum. Úrmælingurin spælir til dagliga í Lyon, men hevur ikki spælt á landsliðnum síðani 2017, fyri at mótmæla ójavnan millum kvinnur og menn í altjóða fótbólti.
Tó fáa føroysku kvinnurnar av álvara sína sak fyri. Tær hava fyrireika seg væl seinastu dagarnar í høvuðsstaðnum og skulu nú royna at halda Norra niðri. Vejruparturin verður tað mest týdningarmikla, og hjá liðnum hjá John Petersen snýr seg helst eisini at fáa eina góða byrjan í dystinum.
Fyrsta bríksl er á Tórsvølli klokkan 17.00. Vit dagføra beinleiðis frá støðuni á forsíðu okkara, hava myndir frá dystinum og taka samanum.
Hópurin sum varð úttikin 26. septmeber
Málverjar:
Monika Biskopstø, KÍ/Aab Aalborg
Anna Súnadóttir Hansen, EBS/Skála
Verjuleikarar:
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/VÍK/B68
Annika R. Christiansen, ÍF/VÍK/B68
Lív Arge Poulsen, Sundby BK (DK)
Durita Hummeland, KÍ (Síðani avloyst av Rannvu B. Andreasen - eisini úr KÍ)
Nadja Johannesen, HB
Katrina Akursmørk, KÍ
Miðvallarar:
Eyðvør Klakstein, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Olga Kristina Hansen, B36
Ansy Sevdal Jakobsen, EBS/Skála
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DK)
Sara Samson Lamhauge, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Jónvá Hentze, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/VÍK/B68
Áleyparar:
Heidi Sevdal, HB
Sarita Maria Mittfoss, B36
Rebekka Fjalsá Benbakoura, HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald