Í gjár vórðu tríggir dystir í 9. umfari í Betrideildini leiktir. Tað endaði við, at allir favorittarnir vunnu. Harvið er spenningurin ikki vorðin minni í oddinum, og í kvøld skulu trý av ovastu seks liðunum í eldin. Tvey av teimum hittast, og tað er talan um størsta dystin í umfarinum:
Skála - KÍ
Víkingur - EB/Streymur
(Dystirnir byrja báðir kl.18.00)
KÍ hevur vunnið seks dystir á rað og er ósigrað í ár. Tað er liðið hjá Mikkjal Thomassen, ið hini skulu royna at hava fatur á. NSÍ er nú eitt stig aftanfyri, og B36 er tvey stig frá KÍ, eftir at hesi liðini vunnu í gjár. KÍ kann tó aftur trekkja frá í kvøld, um liðið megnar at vinna á Skála. Tað er tó ein trupul uppgáva hjá oddaliðnum. Seinastu mongu árini hevur KÍ havt trupult við at vinna á Skála, og tá sigrarnir eru komnir, hava teir verið teprir og bæði í 2017 og 2016 komu teir í seinastu løtu.
Skála er framvegis væl við í oddinum, og teir appelsinlittu kunnu við sigri í dag av álvara blanda seg heilt har frammi. Tað er eitt væl samanspælt Skála-lið, ið klaksvíkingurin Eyðun Klakstein stendur á odda fyri. Sonur hansara, Heðin Klakstein, og Niels Pauli Danielsen spæla ímóti sínum barndómsfelagið í kvøld, og í fjør spældi danin Ronni Møller-Iversen fyri KÍ.
KÍ og Skála spældu bæði 1-1 og í hálvfinalunum um Løgmanssteypinum í miðvikuni. Í kvøld er eisini lagt upp til ein tættan dyst. Bæði liðini hava flestu leikararnir tøkar til dystin, ið kann fáa umráðandi ávirkan á oddastríðið. Um KÍ ikki vinnur, gerst tað sera tætt millum ovastu seks liðini, og um Skála fær trý stig, so kann tað verða, at bert tvey stig skilja nummar 1 og nummar fimm.
Um hetta gerst veruleiki, so skal Vìkingur eisini liva upp til favorittleiklutin móti EB/Streymi. Liðið úr Eysturkommunu hevur vunnið fýra dystir á rað og roynir at bjóða av um oddasessin. EB/Streymur vann tveir dystir á rað beint fyri páskir, men hevur annars ikki fingið stig í ár. Í Sarpugerði verður trupult at fáa stig móti liðnum hjá Sámal Erik Hentze, ið hevur stórt sjálvsálit, og sum sær út til at hava fingið tingini at koyra.
Til ber at fylgja við gongdini á forsíðu okkara, har vit uppdatera støðuna, og har málskjúttar kunnu síggjast. Dystirnir kunnu síggjast hjá Televarpinum (við Stórapakka + ella við at keypa einstaka dystin)
Støðan:
1. KÍ (20 stig) *
2. NSÍ (19 stig)
3. B36 (18 stig)
4. Víkingur (16 stig) *
5. Skála (15 stig) *
6. HB (15 stig)
7. TB (8 stig)
8. EB/Streymur (6 stig) *
9. ÍF (4 stig)
10. AB (3 stig)
Í gjár:
9. umfar i Betrideildini:
B36 - TB 1-0 (0-0)
17' Benjamin Heinesen 1-0
ÍF - HB 0-2(0-0)
68' Pætur J. Petersen 0-1
78' Daniel Johansen 0-2
NSÍ - AB 5-1 (2-0)
3' Petur Knudsen 1-0
18' Klæmint Andrasson Olsen 2-0
51' Eli Christiansson 2-1
63' Klæmint Andrasson Olsen 3-1
70' Sjálvmál 4-1
90' Klæmint Andrasson Olsen 5-1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald