Tríggir dystir í 9. umfari eru av, og tað gjørdist talan um favorittsigrar. TB og ÍF gjørdu tað tó trupult fyri havnarfeløgini fyrr í dag, og AB hótti eina løtu NSÍ við Løkin.
Í Gundadali var TB væl við og hevði sínar møguleikar móti B36, ið annars var stórfavorittur. Serliga var tað Stefan Radosavljevic, sum var vandamikil. Tað var tó B36, ið fekk einsamalla málið í dystinum, og tað kom tíðliga. Benjamin Heinesen setti bóltin í málið í samband við eina frísparksstøðu, og hann gjørdist harvið matchvinnari. B36 hevur nú tveir sigrar og tvey cleen-sheet á rað.
HB skuldi skapa fleri vandamiklar støður í Fløtugerði, áðrenn Pætur Petersen legði gestirnar á odda um miðjan 2. hálvleik. ÍF stríddist væl ímóti, men HB sat fyri tað mesta á spælinum og tíggju minuttir eftir 1-0 málið avgjørdi vinstri bakkurin, Daniel Johansen dystin. Eisini annar sigurin á rað hjá HB og aðru feðr málið hevur verið hildið reint. Báðir sigrarnir eru komnir á útivølli.
Botnliðið AB var á vitjan í Runavík í seinasta dystinum í kvøld. NSÍ kom skjótt á odda, og tá Klæmint Olsen økti til 2-0 í 18. minutti var langur vegur hjá einum heldur skerdum AB-liðið. Tíðliga í 2. hálvleiki minkaði útiliðið um munin, men Petur Knudsen var í hopla og Klæmint fekk tvey mál afturat, og til endans var NSÍ-sigurin tryggur. Liðið hjá Guðjóni þórðarssyni er í løtuni eitt stig aftanfyri oddaliðið KÍ.
9. umfar i Betrideildini:
B36 - TB 1-0 (0-0)
17' Benjamin Heinesen 1-0
ÍF - HB 0-2 (0-0)
68' Pætur J. Petersen 0-1
78' Daniel Johansen 0-2
NSÍ - AB 5-1 (2-0)
3' Petur Knudsen 1-0
18' Klæmint Andrasson Olsen 2-0
51' Eli Christiansson 2-1
63' Klæmint Andrasson Olsen 3-1
70' Sjálvmál 4-1
90' Klæmint Andrasson Olsen 5-1
Í morgin (18.00): Skála -KÍ
Víkingur - EB/Streymur
Støðan:
1. KÍ (20 stig) *
2. NSÍ (19 stig)
3. B36 (18 stig)
4. Víkingur (16 stig) *
5. Skála (15 stig) *
6. HB (15 stig)
7. TB (8 stig)
8. EB/Streymur (6 stig) *
9. ÍF (4 stig)
10. AB (3 stig)
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald