Tveir dystir verða í kvøld leiktir í bestu mansdeildini í fótbólti. Stóri spenningurin er í Gundadali har NSÍ er á vitjan hjá B36.
Heimaliðið sum orsakað av Evropafótbólti hevur leikt tveir dystir færri enn nærmasti kappingarneytin, EB/Streymur á fimta plássið, skal hava trý stig fyri at leggja sjógv millum liðini og varðveita fjórða plássið og atgongdina til evropamilliónirnar næsta summar.
Hjá NSÍ fella stigini á eitt turt stað. Tað hevur gingið av skriðuni hjá runavíkingum í ár, sum eftir dystirnar sunnudagin duttu niður á eitt níggjunda pláss og harvið undir niðurflytingarstrikuna við bara fimtan stigum.
Tað er tætt í niðurflytingarstríðnum, og skjótt hvønn vegin. Við einum sigri og trimum stigum í dag, kemur NSÍ upp um niðurflytingarstrikuna aftur og á eitt sætta pláss.
Í hinum dystinum hittast Víkingur á øðrum plássið við 40 stigum og Skála á aftasta plássið. Skálamenn síggja helst, at árið í ár er farið og niðurflyting er veruleiki, meðan Víkingur enn hevur annað plássið at kempa fyri. HB er væl koyrandi fyri tíðina og eltir Víking.
B36 - NSÍ kl. 18:00
Skála - Víkingur kl. 19:00
Støðan Betri deildin menn
1. KÍ 49 stig (17 dystir)
2. Víkingur 40 stig (17 dystir)
3. HB 37 stig (18 dystir)
4. B36 25 stig (16 dystir)
5. EB/Streymur 24 stig (18 dystir)
6. 07 Vestur 18 stig (18 dystir)
7. B68 17 stig (17 dystir)
8. AB 17 stig (18 dystir)
9. NSÍ 15 stig (17 dystir)
10. Skála 8 stig (17 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald