Fótbóltur

Stórt afturstig hjá Solari og Real

Real Madrid tapti í dag 3-0 í Eibar. Í kvøld er oddadystur millum Atletico og Barcelona.

2018-11-24 17:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðin aftaná Ronaldo og Zidane hevur verið trupul fyri Real Madrid. Liðið hevur verið svingandi við stórum útføllum. Eftir at Lopetegui fekk sekkin seinast í oktober, hevur Real vunnið fýra dystir á rað undir Santiago Solari. Men í dag gekk tað ikki meira. 

Eibar vann greitt og uppiborið á trýføldu Champions League-meistarunum. Real kom afturum eftir eitt korter í Baskaralandinum, og við tveimum skjótum málum tíðliga í 2. hálvleiki avgjørdi heimaliðið dystin. Real fekk ikki sítt spæl at hanga saman og misti eitt fet í oddastríðnum. 

Í kvøld klokkan 19.45 er oddabrak á Wanda Metropolitano í høvuðsstaðnum. Barceloana er á vitjan, og dysturin hevur nógv at siga. Tað er sera tætt í odddinum og Barca, ið tapt móti Betis seinast, skal royna at halda fast í fyrsta plássinum. 

Real Madrid er ikki so langt burtur, men fellur longur afturum í kvøld og har tykast vera nakrir trupulleikar.

Støðan í oddinum: 
1.Barcelona 24 - 12 dystir
2.Sevilla 23 - 12 dystir
3.Atletico Madrid 23 - 12 dystir
4.Alaves 23 - 13 dystir
5.Espanyol 21 -12 dystir 
6.Real Madrid 20 - 13 dystir 
7.Eibar 18 - 13 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder