Fótbóltur

Stórt steypadrama í Klaksvík, í Streymnesi og á Skála

HB vann dramatiska brotssparkskapping á arvafíggindanum, og NSÍ var stinnari úr ellivu metrum móti EB/Streymi. Skála kom á odda fýra ferðir móti FC Hoyvík.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-08 22:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu brotsspørkini í Klaksvík og í Streymnesi vórðu skotin, tá klokkan nærkaðist tíggju. Við Djúpumýrar var sera stórur fagnaður í reyð-svørtu leguni, tí HB dró longra stráðið, eftir at hava verið við undirlutan leikliga so at siga allan dystin.

Oddaliðið í Betrideildini stríddi seg til brotssparkskapping, har Teitur Gestsson gjørdist avgerandi. Við Margáir skoraði NSÍ øll síni brotsspørk. 

Á Skála skoraði Villam Klein hattrikk fyri FC Hoyvík: Til 1-1, 2-2 og 3-3. Skála fekk tó avgjørt dystin í longdari leiktíð, tá Jan Ingason Hansen fekk sítt seinna mál. 

TB, 07 Vestur AB, Víkingur og B36 spældu seg víðari eftir 90 minuttir. TB fekk sín fyrsta heimasigur í ár. Ndende skoraði einasta málið í dystinum ímóti ÍF - felagnum, ið verjuleikarin úr Senegal spældi fyri í 2017. Gilli Samuelsen gjørdi av við FC Suðuroy í Sørvági.

Á Toftum vóru víkingarnir omaná, AB avgreiddi støðuna móti 2. deildarliðnum úr høvuðsstaðnum - tó eftir nakað av baksi - og málveistla var á Sandi, har B36 vitjaði. Stefan Radosavljevic gjørdi hattrikk, Árni Frederiksberg gjørdist tvífaldur málskjútti, og Agnarson-brøðurnir skoraður hvør sítt mál.

Kappingin um Løgmanssteypið
1. umfar

TB - ÍF 1-0 (1-0)
45' Ndende Adama Guéye

07 Vestur - FC Suðuroy 3-1 (1-1)
5' Dávid Jónsson Lisberg 1-0
17' (Sjálvmál) 1-1
52' Gilli Samuelsen 2-1
79' Gilli Samuelsen 3-1

EB/Streymur - NSÍ 4-6 (eftir brotssparkskapping) 1-1 eftir vanliga og longda leiktíð 
29' Teitur Debes Olsen 1-0
49' Petur Knudsen 1-1

KÍ - HB  5-6 (eftir brotssparkskapping) 1-1 eftir vanliga og longda leiktíð leiktíð
12' Ási Dam 0-1
69' Patrik Johannesen 1-1

Myndir frá dystinum
Teitur Gestsson: Hetta var akkurat tað sum eg droymdi um í nátt
Jákup B. Andreasen: Vit mugu upp á hestin aftur


Skála - FC Hoyvík 4-3 (1-0)
18' Pætur Dam Jacobsen 1-0
58' Villiam Emil Klein 1-1
60' Aksel Danielsen 2-1
69' Villiam Emil Klein 2-2
76' Jan Ingason Hansen 3-2
86' Villiam Emil Klein 3-3
91' Jan Ingason Hansen 4-3

Myndir: Skála - FC Hoyvik

B68 - Víkingur 0-2 (0-1)
32' Finnur Justinussen 0-1
55' Ingi Jonhardsson 0-2

Myndir: B68 - Víkingur

AB - Undrið 4-1 (1-0)
43' Tóki á Lofti 1-0
73' Bjarki Nielsen2-0
78' Gert Drangastein 3-0
87' Tóki á Lofti 4-0
89' Dávid Kruse Dam 4-1

B71 - B36 2-7 (1-2)
3' Stefan Radosavljevic 0-1
17' Brian Okpala 1-1
40' Martin Agnarson 1-2
62' Árni Frederiksberg 1-3
72' Árni Frederiksberg 1-4
78' Stefan Radosavljevic 1-5
80' Hannes Agnarson 1-6
86' Tijani Mohammed 2-6
88' Stefan Radosavljevic 2-7

Fjórðingsfinalurnar verða 21. november


placeholder
placeholder