Fótbóltur

Stórt trýst á Kosovo

Nógvir miðlar og nógv lív í, tá liðið hjá Kosovo helt tíðindafund í gjárkvøldið. Miðlarnir kravdu ein sigur.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-09-10 10:15 Author image
Agnar Frederiksen

Tað verður ein søguligur dystur í Pristina í kvøld, tá landsliðið hjá Kosovo fyri fyrstu ferð spælir ein heimadyst sum FIFA-góðkend tjóð. Og hetta ger eisini, at tað hvílur eitt trýst á herðunum hjá leikarum og venjara ä tiðindafundinum á Fadil Vokkri leikvøllinum.

Les eisini: Í kvøld er brakið í Kosovo

Tað varð útselt til dystin móti Føroyum innanfyri eitt samdøgur, og tað var næstan ein fullsett miðlahøli á leikvøllinum í gjár, tá kosovoanar hildu sín tíðindafund.

Samir Ujkani (Mynd: Sverri Egholm)

Málverjin og liðformaðurin, Samir Ujkani, ið fyrr hevur spælt fyri Albania, segði millum annað, at hetta var ein heilt annar dystur og heilt aðrar umstøður, í mun til tá Kosovo vann 2-0 á Føroyum í Frankfurt, tá londini spældu venjingardyst. Liðskiparin vísti eisini kenslur, tá hann segði, at hetta var ein dreymur fyri hann og liðfelagarnar; at teir kundu umboða sítt land á heimavølli í týðandi dysti. Hetta var serstakt, og teir vóru stoltir av tí.

So kom venjarin til orðanna. Sveisiski Bernand Challendes, ið bert hevur staðið á odda fyri Kosovo í tveir dystir, rósti Føroyum nógv. Hann vísti á góðu úrslitini seinastu árini, at Føroyar leiktu ein góðan dyst fríggjakvøldið, og at hetta er ein møguligur vinnari av bólkinum. Ikki nakað Frakland ella Sveis - men eitt gott lið.

Sí eisini:
Video: Lars Olsen: Broyta ikki spæliháttin

Video: - Skulu vera nøgdir, um vit fáa eitt stig her

Lokalu miðlarnir spurdu nógv, og eitt stórt álit á sítt lið og stór krøv um undirhaldandi fótbólt og sigur í morgin vóru knýtt at. Ein var so bersøgin og segði, at Kosovo var greitt besta liðið í bólkinum og spurdi um venjarin fór at siga upp, um talan ikki verður um sigur í morgin. Tá gjørdist Challandes greiður, og segði at hann skilti krøvini og sjálvandi fór hansara lið eftir at vinna allar dystirnar í bólkinum, men at tað als ikki fór at vera lætt. Her rósti hann føroyska liðnum, og segði at hann væntaði og vónaði eitt stórt avrik frá sínum monnum.

Hvussu er og ikki; linjurnar eru kritaðar upp, og spenningurin er øgiligur, og tey væntað ikki bara eitt sindur í Pristina.

Fyrsta bríksl er 19:45 føroyska tíð, og sjónvarpið hjá Kringvarpinum vísir dystin. Portalurin er eisini í Kosovo og fylgir landsliðnum. Eftir dystin verða samrøður, myndir og annað tilfar at síggja.