2018-09-09 18:40

Pristina, Kosovo (Portalurin) - Landsliðsvenjarin fer tó at brúka breiddina í hópinum, nú tætt er millum dystirnar.
Fríggjakvøldið vann Føroyar 3-1 á Malta, og sambært Lars Olsen, hevur lykilin hjá liðnum nú verið at gjørt so litið sum møguligt fyri at verða til reiðar til dystin í morgin.
57-ára gamli venjarin staðfestir, at talan verður um eina ørvísi og truplari dyst í mun til móti Malta.
Hoyr samrøðuna, ið vit gjørdu við landsliðsvenjaran eftir venjingina í kvøld, omanfyri.
Lagt til rættis hava Agnar Frederiksen og Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald