Í morgun klokkan 10.00 varð sølan av Landsliðspakkanum fyri 2019 hjá FSF opnað. Hesin pakkin gevur atgongd til allar fimm heimadystirnar hjá A-landsliðnum hjá monnnum í EM-undankappingini komandi ár.
Fótbóltsssambandið upplýsir fyri Portalinum, at fyrsta hálva tíman vóru 400 slíkir pakkar seldir, og at sølan síðani hevur verið støðug. Nú út á seinnpartin er talið longu komið uppum 600.
Sølan til einstakar dystir á Tórsvølli í 2019 opnar seinni, men tað er longu greitt, at nógv atgongumerki til dystirnar eru farin. Meðan umbyggingin er í gongd, har gamla FSF-húsið var, er pláss til áleið 3500 áskoðarar á tjóðarleikvøllinum, og íroknað tað er millum annað eisini, so og so nógv pláss sum skal vera tøkt til áskoðarar hjá útiliðnum.
Úr FSF verður sagt, at umbyggingin verður heilt liðug á vári í 2021, og tá verður pláss til umleið 5,500 áskoðarar á Tórsvølli.
Heimadystirnir hjá A-landsliðnum komandi ár:
7. juni:
Føroyar – Spania
10. juni:
Føroyar – Noreg
5. september:
Føroyar – Svøríki
12. oktober:
Føroyar – Rumenia
15. oktober:
Føroyar – Malta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald