Í gjár spældu Frakland og Portugal seg í EM-fjórðingsfinalurnar við sigrum á ávíkavist Belgia og Slovakia. Talan gjørdist um tættar dystir, har tann seinni varð avgjørdur í brotssparkskapping eftir stórt drama.
Áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum
Í gjár, mánadagin 1. juli
Portugal - Slovenia 3-0 eftir brotssparkskapping - 0-0 eftir vanliga og longda leiktíð
Brotsspørk:
Diogo Costa bjargar
Cristiano Ronaldo 1-0
Diogo Costa bjargar
Bruno Fernandes 2-0
Diogo Costa bjargar
Bernardo Silva 3-0
Les eisini: Diogo Costa gjørdist stóra hetjan
Frakland - Belgia 1-0 (0-0)
85' Sjálvmál 1-0
Les eisini: Sjálvmál varð avgerandi í Düsseldorf
Talan er um sonevndu "betra helmingin" í EM-endaspælinum. Tað er á pappírinum truplari hjá hesum fýra liðunum enn til dømis Onglandi at koma í finaluna.
Hetta gevur tó eisini ógvuliga góðar dystir, og fótbóltsfjepparar burdu glett seg til hesar dystirnar fríggjadagin:
EM-fjórðingsfinalur
Fríggjadagin 5. juli
17.00: Týskland - Spania
20:00: Frakland - Portugal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald