Hondbóltur

Stórur hondbóltsfríggjadagur á FM1 og Portalinum

FM1 sendir beinleiðis úr Oslo bæði klokkan 11 og 16 á fyrsta dystardegnum - Portalurin fer at hava beinleiðis blogg frá mitt undir upphitingini og til nakað eftir dystarenda.

Pætur Nolsøe var eisini við mikrofonini í Trier og Dortmund til endaspælið hjá kvinnum (Mynd: Sverri Egholm)

Pætur Nolsøe var eisini við mikrofonini í Trier og Dortmund til endaspælið hjá kvinnum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-15 19:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Portalurin (FM1): Føroyar eru raktar av hondbóltsfepri, og her í norska høvuðsstaðnum merkir man meira og meira til, at nógvir føroyingar eru í býnum.

Tað verður ein stórur hondbóltsfríggjadagur - eisini á FM1 og á Portalinum.

Tvær beinleiðis sendingar
Pætur Nolsøe reikar fyri beinleiðis sending frá klokkan 11 á FM1. Sent verður frá størsta føroyska fjepparagistingarhúsinum í Oslo - og tí størsta gistingarúsinum yvirhøvur í Noreg.

Har fara Tormóður Petursson Djurhuus og Pætur Nolsøe at hita upp til brakið saman við øðrum gestum. Eisini verða samrøður úr leikaraleguni at hoyra.

[object Object]Tormóður Petursson Djurhuus (Mynd: Sverri Egholm)

Seinnapartin verður stór upphiting í Oslo. Hana verða vit eisini til, og tosað verður við spentar føroyingar í tímanum millum klokkan 16 og 17, umframt at góður landsliðstónleikur verður at hoyra.

Alt er føroyskar tíðir

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum.

Á Portalinum verður sum vant beinleiðis bloggur við nógvum myndum og øðrum dagføringum - myndir úr høllini og samrøður kunnu síggjast og hoyrast í annaðkvøld.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder