Fótbóltur

Stríðast fyri lívinum á Argjum og í Sørvági

Tveir sera týdningarmiklir dystir í botnstríðnum, ein grannauppgerð um stigamet og heiðurmerkjastríð; tað er á dagsskránni í 26. umfari.

Argjamenn spæla sera týðandi dyst á heimavølli móti Skála
(Mynd: Sverri Egholm)

Argjamenn spæla sera týðandi dyst á heimavølli móti Skála (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-21 12:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú tvey umfør eru eftir at leika í Betri-deildini, er ikki so nógv eftir at avgera. HB tryggjaði sær FM fyri einum mánaði síðani, og tað er greitt, at B36, NSÍ og KÍ skulu spæla í Evropa League aftur komandi ár.

Spurningurin er so; hvussu verða heiðursmerkini fordeild ? Bert eitt stig skilur NSÍ og KÍ. Klaksvíkingar hava á pappírinum ein lættari dyst í dag, men talan er í báðum førum um mótstøðulið, ið einki hava at spæla fyri uttan æruna. KÍ hevur fingið sera soltna úrtøku seinastu tíðina og liggur í løtuni uttanfyri medaljuplássini.

Spurningurin er eisini, um B36 megnar at halda fast um 2. plássið. Árstalsfelagið er tað einasta, ið er ósigrað í seinnu hálvu. Dysturin í dag hevur eitt annað slag av týdningi, tí grannarnir og føroyameistararnir kunnu taka stigametið, ið B36 setti í 2011. HB kom uppá 67 stig við sigri á Skála seinast, tann áttandi á rað hjá liðnum, og kann við einum javnleiki í dag seta met. Hetta er fyrsti dystur liðanna millum síðani dramatisku steypafinaluna.

Tað heilt stóra sum er uppá spæl, er spurningurin um, hvør flytur niður. Við úrslitinum í 1. Deild í gjár gjørdist greitt, at B68 noyðist at vinna teir báðar dystirnar, ið liðið hevur eftir, fyri at fáa í minsta lagi 3. plássið, og harvið tryggja sær uppflyting. Dysturin hjá B68 í gjár varð ikki leiktur vegna veður. Sum nú er, flytur bert eitt lið niður, og hetta eru góð tíðindi fyri EB/Streym og serliga 07 Vestur og AB.

Argjamenn taka í dag móti Skála, sum liggur á 6. plássið, og gjarna vil enda har, og  harvið ovast av botn-fimm. Skála kunngjørdi í gjárkvøldið, at felagið hevur longt samstarvið við høvuðsvenjaran, Eyðun Klakstein. AB hevur alt at spæla fyri; ein sigur er so gott sum neyðugur, og hann kann møguliga lyfta teir uppum 07 Vestur, ið spælur botngysara móti EB/Streymi.

Um vágamenn vinna á heimavøll móti sundalagsmonnum, ið ongan dyst hava vunnið eftir summarsteðgin, og argjamenn eisini fáa fult, so kann tað gerast sera spennandi í seinasta umfarinum leygardagin. Tá hittast AB og EB/Streymur. Um 07 Vestur byggir uppá góðu gongdina, so kunnu sundalagsmenn helst ikki kenna seg tryggjar fyrrenn seinasta bríksl leygardagin. EB/Streymur er í dag uttan leikbannaða liðformannin, Rógva E. Nielsen.

Veðrið kann spæla inn í dag. Tað verður sagt frá nógvum vindi kring landið; ta ðverður vaksandi vindur seinnapartin. Vandi er fyri, at tað kann ávirka spælið. Tað er ikki óhugsandi, at dystir verða útsettir, men einki hevur verið at frætt um hetta enn.

Vit verða í Sørvági til botnbrakið, og hava myndir, samandrátt og viðmerkingar harfrá. Hartil fylgja vit støðunum í øllum hinum dystunum

Allir dystirnir byrja klokkan 15.00:

AB – Skála
07 Vestur – EB/Streymur
B36 – HB
KÍ – TB/FCS/Royn
Víkingur – NSÍ

Støðan undan umfarinum:
1.
HB (67 stig)
2. B36 (50 stig)
3. NSÍ (49 stig)
4. KÍ (48 stig)
5. Víkingur (39 stig)
6. Skála (26 stig)
7. TB/FCS/Royn (25 stig)
8. EB/Streymur (20 stig)
9. 07 Vestur (16 stig)
10. AB (15 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder