Tað kann gerast heilt spennandi á Skála, í Hoyvík, í Kollafirði og í Vestmanna í kvøld. Einki av teimum átta liðunum, sum í kvøld spæla í triðja og seinasta umfarið í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini hjá monnum er tryggjað hálvfinalupláss enn, og einki lið er heilt úti.
Støðan í bólki 1 eftir tvey umfør:
H71 4 stig
KÍF 2 stig
Team Klaksvík 2 stig
H71 2 0 stig
Seinasta umfar - Mikudagin 03.02. kl. 20.00
H71 – Team Klaksvík
KÍF – H71 2
Støðan í bólki 2 eftir tvey umfør:
Neistin 4 stig
Kyndil 2 stig
VÍF 2 stig
StÍF 0 stig
Seinasta umfar - Mikudagin 03.02. kl. 20.00
StÍF – Kyndil
VÍF – Neistin
Tað er helst serliga í bólki tvey, at spenningur er. Av tí at Neistin vann við tólv málum í grannauppgerðini í 2. umfari, so skal nógv til fyri at tað gongur galu hjá teimum blákløddu. Teir skulu tapa stórt í Vestmanna, samstundis sum Kyndil vinnur á Skála. Um VÍF og Kyndil bæði vinna, so fer tað at snúgva seg um innahýsis málúrttøku millum tey trý liðini, ið enda á sama stigatali. Um Neistin og StÍF bæði vinna, so er sama støða. Her kann tað gerast heilt tætt, tí Kyndil hevur í løtuni + 2, VÍF 0 og StÍF -2 í hesum samanhanginum.
Í bólki eitt er tað ósannlíkt, at H71 2 ger ein vørr, hóast teir næstbestu hjá H71 ikki vóru langt frá at fáa stig í Klaksvík hóskvøldið. Um tað eydnast at vinna á KÍF, so skal hjálp til frá sínum fyrsta liðið, sum tekur ímóti Team Klaksvík. Um kollfirðingar fáa sín favorittsigur, so bendir nógv á, at teir fara víðari. Annars skal Team Klaksvík vinna við fimm málum í Hoyvík - ein sigur á fýra mál er nóg mikið, um liðið úr skorar minst 30 ferðir í Hoyvíksvøllini.
Hondbóltur
Stríðast um hálvfinalupláss í kvøld
Einki av teimum átta liðunum er tryggjað hálvfinalupláss enn, og einki lið er heilt úti.
Kyndil og VÍF hava bæði tvey stig og hava tørv á at fáa stig í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
2021-02-03 16:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald