
Kyndilsmenn eru í løtuni staddur í Norðurmakedónia, har teir spæla í venjingarkappingum móti feløgum, sum til dagliga spæla á væl hægri stigi.
Sí eisini: Kyndil spælir í kvøld fyrsta dystinum í sterkari fyrireikingarkapping
Kyndil, sum ikki hevur høvuðsvenjaran og ei heldur alla manningina við, tapti greitt í fyrsta dystinum í gjár. Hetta var móti vertunum Ohrid.
Nú er talan um kroatiska mótstøðu. RK Nexe er vanliga við í oddinum har og spælir við í evropeiskum kappingum.
Dysturin byrjar klokkan 15 og sæst omanfyri ella her. Stroymingin er á skilung.fo - Skil Ung hevur verið við at staðið fyri túrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald