
Kyndilsmenn tryggjaðu sær í mai fyrsta meistaraheitið á manssíðuni síðani 2007.
Liðið fer ikki at spæla í European Cup í heyst, eins og H71 og StÍF, men Kyndil hevur tikið av spennandi fyrispurningi úr Norðurmakedónia um at vera við í einari fyrireikingarkapping, sum verður næstu fimm dagarnar.
- Tá tað varð greitt at kyndilsmenn vórðu deildarvinnarar og seinni føroyameistarar, kom innbjóðing frá fyriskiparanum av kappingini, borgarstjóranum í Ohrid, umvegis Dánjal Paula Davidsen, til Kyndil um at luttaka sum gestir í kappingini.
Føroyameistararnir fingu spennandi innbjóðing í summar (Mynd: Sverri Egholm)
Kyndil lýsir tað sum eina sterka kapping við liðum, sum eru von at luttaka í Champions League og Evropa League; teimum báðum fremstu evropeisku kappingunum.
Tað er tað eisini, um hugt verður eftir liðunum. Í bólkinum hjá Kyndli eru stórfeløg úr Serbia (Partizan og Nexe), sum vanliga standa seg væl í Evropa, og í hinum bólkinum eru risafeløgini úr hondbóltsvilla Norðurmakedónia:
Vardar 1961, sum vann Champions League í 2017 og í 2019, og Eurofarm Pelister, ið hevur verið í Champions league bólkaspælinum seinastu tvey árini.
Hetta eru bólkarnir til kappingina:
Bólkur A: Kyndil, GRK Ohrid (Norðurmakedonia), Partizan (Serbia) og Nexe (Kroatia)
Bólkur B: Vardar 1961 (Norðurmakedonia), Eurofarm Pelister (Norðumakedonia), Dinamo Pancevo (Serbia) og Trimo Trebjne (Slovenia).
Innleiðandi bólkaspæl er frá 19.-22. august, og plaseringsdystur verða spældir leygardagin 23. august.
Byrja í kvøld móti vertunum
Fyrsti dystur hjá Kyndli er í dag, 19. august ímóti vertunum GRK Ohrid. Hann byrjar klokkan 17.45 føroyska tíð.
- Dystirnir verða stroymdir. Leinkja til stroyming kemur seinni og verður løgd á Facebook-síðuna, boðar Kyndil frá, sammstundis sum Dánjal Pauli Davidsen og Skil Ung fáa tøkk fyri møguleikan og stóra fyrireikingararbeiði.
Skíggjamynd: Kyndil
Hópurin fór úr Føroyum mánamorgunin. Kappingin er liður í at fyrireika seg til komandi kappingarár - hjá Kyndli og hjá stóru liðunum av Balkan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald