Fótbóltur

Suarez og Barca gjørdu av við Real í El Clasico

Barcelona, uttan Messi, sendi arvafíggindan úr Madrid heim við einum stórum tapið.

Suarez var í hopla í El Clasico í dag

Suarez var í hopla í El Clasico í dag

2018-10-28 17:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Real Madrid fer í løtuni ígjøgnum eitt sera trupult tíðarskeið. Tepri sigurin á Plzen í Champions League kom eftir fimm dystir uttan sigur. Julen Lopetegui er komin undir trýst, og tað trýstið gjørdist ikki minni í dag.

Barcelona tók ímóti á Camp Nou, og eftir tíggju minuttir sló Coutinho til fyri heimaliðið. Barca var uttan skadda Lionel Messi, men aðrir traðkaðu fram, og Luis Suarez økti, tá hálvur tími var leiktur við brotssparkið.

Útiliðið kom væl út til 2. hálvleik, og Marcelo minkaði um munin í 50.minutti. Real royndi at leggja trýst á, men hetta var ikki dagurin hjá teimum, og Barcelona  avgjørdi dystin og eymýkti sín arvafíggjinda seinastu løtuna. Suarez skoraði tvær ferðir afturat; málið til 4-1 var framúr elegant. Innskifti Vidal setti punktum í 89.minutti.

Hagtølini vísa, at Real Madrid hevði fleiri skotroyndir, men Barcelona var væl betri, har tað telur. Ein sera góður sigur hjá Barcelona, ið nú er oddalið við 21 stigum. Real er nú á 9. plássið við 14 stigum, og sætið hjá Lopetegui gerst alsamt heitari. 

Barcelona - Real Madrid 5-1 (2-0) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder