Fótbóltur

Suðuramerikanska finalan verður spæld í Madrid

Seinni finaludysturin í Copa Libertadores verður fluttur til spanska høvuðsstaðin.

Viðhaldsfólkini hjá River Plate fáa ikki loyvið at síggja tveir av dystunum hjá felagnum (Mynd: Ritzau)

Viðhaldsfólkini hjá River Plate fáa ikki loyvið at síggja tveir av dystunum hjá felagnum (Mynd: Ritzau)

2018-11-30 08:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinni finaludysturin í Copa Libertadores millum Copa Juniors og River Plate, bæði úr Argentina, verður spældur í Madrid.

Eftir at hava spælt 2-2 javnleik á heimavøllinum hjá Boca Juniors, skuldi seinni finaludysturin leikast á heimavøllinum hjá River Plate leygardagin. Hetta bleiv tí av ongum, tí at viðhaldsfólk hjá River Plate lupu á leikarabussin hjá Boca Juniors. Dysturin varð tí avlýstur og boðað varð síðani frá, at dysturin skuldi spælast uttanfyri Argentina.

Nú er avgjørt, at dysturin verður spældur Madrid, millum annað tí at gott ferðasamband er millum Suðuramerika og spanska høvuðsstaðin.

Boca Juniors royndu at fáa seinna finaludystin avlýstan og fáa seg sjálvar útnevndar meistarar, men tað gekk suðuramerikanska fótbóltssambandið ikki við til. Ístaðin fær River Plate 2,6 mió. kr. í bót og skal spæla tveir dystir uttan áskoðarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder